Fjølbroytt úrval av yrkingum, sum føroyskir yrkjarar hava yrkt til og um mammu sína ella eina mammu.
Í hesum parti verður greitt frá, hvussu Fróði flýddi við liði sínum úr tí friðsælu Sýsluni, hvussu teir vórðu jagstraðir av teimum svørtu reiðmonnunu úr Mordor, til teir at enda, hjálpini frá flakkaranum aragorni úr Eridor fyri at takka, vunnu á ræðuligum vandum og komu til hús Álvrádna í Klivdali.
3. fløga hjá G. Hansdóttir. 11 sangir á føroyskum og enskum.
Tungmálmur. 2. fløga. 10 sangir.
6 sangir. Soloprojekt hjá Líggjas Olsen.
3. fløga hjá Reistrup. 10 løg.
10 sangir skrivaðir til kapping í samband við 50 ára føðingardag Amnesty Internationals.
Ein maður verður funnin deyður niðri í fjøruni í Føgrulíð á Borðoynni. Hann er leinkjaður ímillum tveir steinar í sjóvarmálanum, og fuglur er farin illa við honum.
Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn.
Í mai-juni 2011 vóru systrarnar Inga Rósa, Bergljót og Turið vallaraferð í Spania. Tær gingu ein góðan mánað eftir teirri túsund ára gomlu pílagrímsgøtuni Camino de Santiago.
2. bind er um Fitjahandilin og týdning hansara fyri menningina í nýggjari tíð. Hvussu útróðurin av álvara kom fyri seg, um bátar og skip, sum vórðu keypt til bygdina, og hvør virkaði fiskin. Ein partur er um virksemið og stóru hugsjónirnar hjá Ólavi á Heygum, tær íløgur, hann gjørdi, og ta mótstøðu, ið tók seg upp ímóti ætlanum hansara.Stór deild er um tey hús og tey húski, ið vóru í Vestmanna í 1925.
1. bind reikar fyrst um, hvussu gomul bygdin man vera, og hvussu hon mundi vera skipað við gørðum og ærgjum. Hvar teir upprunaligu garðararnir vóru, og hvussu hagi, bjørg og bøur vóru býtt. Greitt verður frá teirri kraft, ið losnaði, tá ið kongligur úthandil kom til bygdina og læt dyrnar upp fyri nýggjum vinnumøguleikum, sum kravdu nýggjar útbyggingar, bátar og atløgubryggjur og skipað havnarviðurskifti.