, ,

Vestmanna søga II

2. bind er um Fitjahandilin og týdning hansara fyri menningina í nýggjari tíð. Hvussu útróðurin av álvara kom fyri seg, um bátar og skip, sum vórðu keypt til bygdina, og hvør virkaði fiskin. Ein partur er um virksemið og stóru hugsjónirnar hjá Ólavi á Heygum, tær íløgur, hann gjørdi, og ta mótstøðu, ið tók seg upp ímóti ætlanum hansara.Stór deild er um tey hús og tey húski, ið vóru í Vestmanna í 1925.

298,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Vestmanna søga I

1. bind reikar fyrst um, hvussu gomul bygdin man vera, og hvussu hon mundi vera skipað við gørðum og ærgjum. Hvar teir upprunaligu garðararnir vóru, og hvussu hagi, bjørg og bøur vóru býtt. Greitt verður frá teirri kraft, ið losnaði, tá ið kongligur úthandil kom til bygdina og læt dyrnar upp fyri nýggjum vinnumøguleikum, sum kravdu nýggjar útbyggingar, bátar og atløgubryggjur og skipað havnarviðurskifti.

298,00 kr.
Vís meira
, ,

Málmaðurin í útvarpinum 2

Jógvan í Lon heldur fram at svara spurningum frá málsliga áhugaðum spyrjarum í Útvarpinum. Bókin er skorin eftir sama leisti sum Málmaðurin í útvarpinum 1.

178,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bábelstornið

Bábelstornið er ein politisk ættarsøga, sum lýsir húsfólkið á tveimum gørðum ígjøgnum trý ættarlið. Eisini er skaldsøgan á sín hátt ein ævisøga um tjóðskaparrørsluna, sum veruliga kom í ljós í seinna helming av 19. øld.

188,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Jarðarinnar litbrigdi

Ein fitt, sæl og skemtilig lýsing av ungdómsforelskilsi hjá unglingi á bygd fyri hálvt hundrað árum síðan.

129,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Valið og valdið - ein tvørskur

Ætlanin við hesi bókini er at geva løgtingsvalinum 2011 eina breiða viðgerð og lesaranum innlit í teir tættir, sum myndaðu valstríðið og høvdu týdning fyri úrslitið.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Heimsins besta bók

Ein heilt serlig metbók um bæði eitt og annað. Saman við metunum eru stuttligar tekningar á hvørji síðu. Visti tú til dømis, at um tú vildi átt besta pápan í verðini, so skuldu tú verið ein lummafroskur ella sjóhestur?

99,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Søgan um indianararnar v/fløgu

Ein bók um ta ómetaligu hugtakandi og tíðum syrgiligu søguna um indianararnar, heilt frá landnámi teirra úr Asia til Amerika og til landtøkuna hjá tí hvíta manninum. Við í bókini fylgjur ein fløga við víðagitnu taluni hjá Seattle høvdinginum.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

GUD - Er hann deyður ?

Bókin gevur lesaranum innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna kjakið um átrúnað og lívsáskoðan. Og hon vísir, at ósemjurnar um lívsins stóru spurningar eisini finnast í Føroyum.

198,00 kr.
Vís meira
, ,

Vitjan... (18)

Stórpolitikkurin ridlar, parlament verða øst upp, tí verur uttan úr heimi hótta mannaættina, og bert ein – ein serur havnarmaður, ið hevur búsett seg í Myki­nesi – er førur fyri at greiða fløkjuna.

198,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Músamotta við fø.málreglum

Vit samskifta so nógv sum ongantíð fyrr, og teldan er okkara skriviamboð. MEN tað eru hesir forskitnu ð-feilirnir, sum stinga seg uppímillum. Stundum skal eitt ð verða krøkt í endan eisini – stundum ikki. Bæði í navnorðum, sagnorðum og lýsingarorðum – flokkunum við teimum nógvu orðunum, so har lúra mangir vandar.

78,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, , , , ,

Loyndarmálið í triðja hellinum, Inb.

Marcus dugir at klappa við einari hond, at standa sum sýnisdukka og gráta í myrkri. Kanska fer hetta at koma væl við, tá ið hann, systkinabørnini og ófatiliga djarvi hundurin Pelle koma í eina sera trupla støðu.

158,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Fossanes, fløga

Søgan um Fossanes er á mangan hátt óverulig. Eingin veit at siga frá seinastu tíðini umborð, men henda bókin byggir á frágreiðingar frá manningini, ið var við vártúrin á Suðurlandinum árið fyri feigdartúrin í 1938.

199,00 kr.
Vís meira
, ,

Gestur hjá veruleikanum

Høvundurin sigur frá, hvussu ein viðkvæmur, sermerktur drongur fær sínar fyrstu beisku royndir av lívinum, og hvussu ein ungur einstaklingur brýtur seg út úr eini gamalsligari ótilvitaðari felagstilveru.

180,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Skakandi tilburðir 6

Fólk vita at siga frá tilburðum, tá ið tey sjálv ella onnur hava verið í lívsvanda, men har tey tó á løgnan hátt eru komin heilskapaði burtur úr tí lívshættisligu støðu, tey vóru í.

259,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Í waffen SS, fløga

Sverri Djurhuus var ættaður úr Kollafirði, men búði sítt vaksna lív í Havn. Stríðsárini var hann í elitudeildini hjá Hitler og Himmler, Waffen SS.

199,00 kr.
Vís meira