Tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip - sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.
Uppgávuhefti knýtir seg at Teoribókini til persónbil, Bólk B og fevnir um 37 síðir við uppgávum og svarlista. Uppgávurnar eru skipaðar soleiðis, at næmingurin skal velja rætta svarið og í nøkrum førum svara í stuttum setningum
Dupultfløga - 19 og 18 sangir.
3 fløgur - 26 spor. Kvæði, vísur, sangir, tættir.
Men hvar er tann nevin sum slær … er bók, ið lýsir tann týdning og tann leikpart, Thorstein Petersen hevði í føroyskum politikki og vinnulívi í tíðini frá 1932 til 1960.
Endurtøkur leggur seg uppat fyrsta savninum, við at tað er ein leinging av nørkum av somu evnunum, men formurin er ein annar.
Stuttsøgusavn við 23 stuttsøgum - summar áður prentaðar í Brá og Vencil.
Í bókini verða høvuðsliðirnir í felags søguni hjá teimum trimum útnorðurlondunum síðan miðøld fram til umleið 2000 lýstir.
Samrøðurnar í bókini um tey ymsu evnini eiga at vekja ans um egnan kropp. Á henda hátt ætla vit at stimbra børn, so at tey tora at siga vaksnum frá, um eitthvørt ónt, illavorðið ella løgið hevur verið teimum fyri.
Oskar býr í Reykjavík og veksur upp hjá mammu og ommu síni. Hann fær ikki at vita hvør, pápi sín er, og tað ger, at um allar teir menn, hann sær í hóskandi aldri, hugsar hann: Man hatta vera hann?
Bókin er ætlað fólki, ið taka teoriroyndina til koyrikortið. Harumframt er hon eisini ein handbók til allar bilførarar. Hon inniheldur umfatandi kunning á øllum viðkomandi økjum.
Eina nátt, tá ið mánin á gátuføran hátt verður litaður reyður, verða seks ungar kvinnur førdar til eina oydna viðarlund. Tær vita ikki, hvussu tær eru komnar har. Men uttan hvørja aðra koma tær ikki undan við lívinum.
Spøkilsi Nella Nefs býr í einari toygoymslu á stóru Seymistovuni saman við nógvum ø(ð)rum spøkilsum. Tá Nella ein dagin ger nakað ræðuligt í skúlanum, má hon langa ferð til París at finna sannleikan og Fittu Fíu.
Raska hugsar ikki so nógv um ólavsøkuna, men hon hugsar um Karl, tarvin hjá sær, sum hon er kúbýtt av. Og tá ið karl so endiliga kemur, eru tey so forelskað, at ljósareyð hjørtu koma úr oyrunum á teimum.
Alisfrøði og evnafrøði 2 er ætlað 8. flokki. Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd.