Lívfrøði 3 er seinasta næmingabókin í bókarøðini til lívfrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bókin er sum tær báðar undanfarnu næmingabøkurnar býtt í 4 partar.
Frá gamlari tíð hava 5 býlingar verið rundan um vágna og Borðoyarvík, í Vági, á Uppsølum, í Gerðum, á Myrkjanoyri og á Oyri.
Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum.Gentur mugu ikki ríða einsamallar,tí ikki allir vallarar hava góðar ætlani.Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju ...Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá Torkili og tekur reyða serkin, ið Katrin var í um morgunin, upp úr pjøkanum,verður Ása ræðslusligin. Torkils døtur er nýskrivað søga, ið byggir á kvæðið Torkils døtur.Evnið í søguni er frá miðøld.
Regndropar falla við viðbreknum smellum. Við eini feiandi rørslu tekur Elo skipið fram aftan bak og rættir tað upp móti Súsannu. - Halt kipp, altso! Súsanna fer eitt fet aftur eftir hæli og hevur aðra hondina fyri bringuna. Gráir regnblettir breiða seg á tí hvíta seglinum. - Hetta hevur tú ikki sjálvur gjørt, ha? Súsanna hyggur tortrúgvin at Elo. - Alt sum tað er. Stoltleikin bukar í kroppinum. Hon ristir á høvdinum. - Tað er heilt ótrúliga vakurt, Elo!