Nýggja testamenti
Lív, deyði og uppreisn - Trúgv, vón og kærleiki.
Nýggja Testamenti er grundvøllur undir kristnu trúnni og samfelagnum ein varandi mentanararvur. Tað er søgan yvir øllum søgum, sett saman av ymiskum frásøgum av ymiskum slagi, sum siga frá um Jesus, Son Guds, og læru hansara.
Nýggja týðingin av Nýggja Testamenti eftir Hans Jacob Joensen, biskup sála, er ein dygdargóð týðing úr frummálinum til tíðarbært føroyskt mál. Hans J. Joensen setti sær sum mál at gera eina økumeniska týðing til allar kristnar bólkar í Føroyum at brúka. Týðarin gevur sær far um liturgiska siðvenju og orðaljóð, sum hava fastar røtur her heima, er tilvitaður um siðvenju innan føroyska bíbliutýðing og leggur dent á at varðveita ríka myndamálið.
Sum partur av týðingini er vælgrundað alsavn, sum sæst aftur í fótnotum, orðafrágreiðingum og kortum. Harafturat er strembað eftir at gera eina útgávu, sum er lesivinarlig, og hetta sæst aftur í uppseting og litvali. Øll kunnu fáa gleði av nýggju týðingini og brúka hana til ymisk høvi í ymiskum høpi fyri at hugsavna seg um kristna arvin og kristnu læruna.
Í lívd undir hamrinum reysta
Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu.
Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri og Dímun, men ættarbondini røkka líka úr Sumba til Tjørnuvíkar, so har er væl blandað.
Heitið á bókini er tikið úr mergjaða skopunarsanginum hjá Sigurdi Bærentsen, sum eisini á sín hátt lýsir baldrutu umstøðurnar, ið nógvar av frásøgunum greiða frá. Sjógvurin var álitið, og fongurin var mangan dýrgoldin og tøkini tung; men sjálvt í myrkastu løtum fall fólkið ikki í fátt, og bygdin mentist eftir umleið seksti árum til at gerast næststørsta bygd í oynni, og tað er hon framvegis.
Bakið á pápa
BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann kortini berjist fyri at verða partur av. Ein vaksin sonur, sum kemur til sættis við, hvør pápi hansara var og bleiv.
Hetta er stór og djúp skaldsøga, eym, myrk um ætt og kærleika, sum tekur teg á búri, um drong og mammu hansara, sum bæði eru knýtt saman av einsemi – einum einsemi, ið gongur í arv.
Søgan um barndómin hjá pápanum, er grundað á gomul skjøl, brøv og myndir, sum lógu eftir hann. Pápin veksur upp í Egyptalandi, hjá fremmandafólki í útjaðaranum í Oslo, á kostskúla í Genève, á hotellum ymsastaðni í Evropa, sum stevnir beint inn í eitt heimskríggj.
Fyri skaldsøguna fekk Niels Fredrik Dahl Bókmentaheiðursløn Norðurlanda í 2024.
Mínar søgur
Hornamaðurin, havnamaðurin og humoristurin Heðin hugleiðir
"Tað er trupult at fáa eygu á stórmenni, undangongufólk ella avrekskappar í Hornaættini. Felags eyðkenni munnu vera gott handalag, glatt skemtandi lyndi, alskur til náttúruna, musikalitetur og evni at siga frá. " Soleiðis umrøður Heðin Samuelsen sjálvur hesa faðirætt sína. Sum lesari kanst tú ikki annað enn stórfegnast um júst hesi ættarbreðgini, soleiðis sum tey so gávumilt streyma móti tær frá hvørjum einasta bókablaði - mestur í góðari blanding við breðgini frá hinum valaættunum hjá høvundanum.
89 ára gamal hevur Heðin - hesin ævigi unglingin í sinninum - fest søgu sína á blað.
Eitt er, at tað er ein fongur yvurhøvur at fáa ævisøgur upp í hendur. Annað er, at hansara brýtur frá tí vanliga á nærum einhvønn hátt. Hvussu vit bera víðari søgurnar úr lívi okkara, veldst um, við hvørjum brillum, vit hava eygleitt og upplivað tær. Høvundurin at hesi bókini er humoristur um ein háls, og tað litar tað mesta av tí, hann fortelur um.
Og so er Heðin so vælsignað sjálvironiskur. Speii er ovmikið av, men hann vendir tí mesta móti sær sjálvum og letur upp allar móttakararnar hjá tær sum lesara. Tær nýtist bert at skimma nakrar fáar síður, áðrenn tað gerst tær púra greitt, at her er talan um framúr áhugaverdar, stuttligar og lesilættar søgur.
Tað kann ikki annað enn imponera, hvussu virkin, Heðin hevur verið, og hvussu nógvum áhugaverdum og stuttligum, hann hevur verið partur av - innan bæði leiðslu og arbeiði annars, nevndararbeiði, áhugafeløg, bókaútgávur, frítíðarlív, tónleik og mangt annað. Sjálvdan hevur hann bara tikið lut ella íðkað. Næstan altíð hevur hann gingið á odda ella á annan hátt átikið sær sín part av ábyrgdini.
Heðin Samuelsen er ein deiligur havnamaður, og viðgerðin av grannalagnum úti í Bø, har hann er føddur og uppvaksin, ger eisini bókina til eitt týdningarmikið íkast til søguna um høvuðsstaðin.












