, , , ,

Góðkrút

Góðkrút varpar ljós á týdningin at virða náttúr-una og fagnar øllum vøkstri, eisini ókrútinum. Bókin eggjar til upplivingar í náttúruni og køkinum fyri alla familjuna og gevur vitan um plantur, hvussu vit handfara tær, og hvussu tær kunnu nýtast til matna. Far við bókini á ferð í góðkrútsríkið. Lær um plant-urnar, fá vitan um, hvussu tær eru gagn-nýtt-ar í Føroyum og úti í stóru verð, og royn tær mongu uppskriftirnar.

Price range: 448,00 kr. through 4.928,00 kr.
KeypThis product has multiple variants. The options may be chosen on the product page
, , , ,

Faroe Islands flavour, KOKS (5)

This book will take you to each of the islands, and bring you a snapshot of what we try to do at Koks. I hope that chefs will be inspired by the recipes, and that general readers will understand better how we live here today. Most of all, I hope it captures the essence of the islands in all their raw power.

590,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Føroyasmakkur, KOKS (5)

Bókin tekur teg við sær á ferð út á hvørja einstaka oyggj í Føroyum og gevur tær eina løtumynd av tí, vit royna okkum við á Koks. Eg vóni, at kokkar fáa íblástur úr uppskriftunum, og at vanligi lesarin fer at skilja betur, hvussu vit liva her nú á døgum. Fyrst og fremst vóni eg, at hon kann vera við til at varðveita kjørið í oyggjunum og alla ta ráu megi, sum býr í teimum.

590,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Av Matterhorn í Leirvíkstún (9)

Hvussu fótar tú tær í landinum, har tú búsetur teg? Hvussu lærir tú málið? Á hvønn hátt heldur tú fast við tað, tú hevur við heimanífrá, og hvussu gevur tú børnum tínum lut í tí, samstundis sum tú vilt gerast partur av landinum, tú hevur valt at búseta teg í?

298,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Bakibókin í Vallbakkaskóginum (15)

Kom við Haru-Peri bakarameistara og bakaradronginum og lær teg at baka. Í bókini finnur tú millum annað hunangskøkurnar hjá Bjarnamammu, fyltu hornini hjá Hjalsmúsini, føðingardagskøkuna hjá Bamsapápa, grønmetistertuna hjá Elsdýrinum og sjálvandi bæði vanligar og dupultpipraðar piparkøkur. Haru-Per bakarameistari lærir bakaradrongin og tykkum nýggju bakarar um køksreglur og gevur okkum nógv góð hugskot um bakstur. Ein flott bakibók til alla familjuna við nógvum hugskotum.

168,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Oddvørsa Vetrar Rættir (75)

33 góðar uppskriftir, harav 5 uttan gluten, íð eru valdar við umhugsni, gjørdar við nærlagni, og borðreiddar við tokka til tær upplivingar, sum góðaur matur gevur.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Leskilig jól (35)

Leskilig Jól er bókin til tíðuna, tá ið vit taka okkum burtur frá gerandisdegnum. Sansa angan av sjokulátu, gløgg og nýbakaðum jólabollum og lata okkum tøla av lívinum. Tær 47 uppskriftirnar í bókini fevna um jólabakstur, gløgg og ymisk konfekt.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Børnini borðreiða

Bókin setur heilsugóðan mat í hásæti og bjóðar allari familjuni at hugna sær í køkinum og skapa nýggjar matupplivingar. Ein kókibók við góðum, einføldum og sunnum uppskriftin til alla familjuna.Í bókini eru harumframt góð kostráð, køksreglar og myndlýsingar, sum vísa børnunum á gott arbeiðslag í køkinum.

45,00 kr.
Vís meira
, , , , , ,

Lætt & leskiligt, 4 arin

84 lættar og leskiligar uppskriftir breyð og bollar Supanir Forrættir og Smárættir Høvuðsrættir Salat og nátturðarættir Afturvið Omaná

298,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Edelweiss og sólarkaffi (9)

Bókin er býtt upp í tær fýra árstíðirnar. Til hvørja árstíð eru matupprskriftir, ítriv og hugleiðingar. Eisini eru frásøgur um at vaksa upp í Sveis og at koma til Føroya at búgva. Bókin er sprenfull av flottum myndum, sum bæði eru privatar myndir hjá Moniku, og nýggjar myndir, sum Kristrfríð Tyril hevur tikið til høvið.

298,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Koks

Koks, sum er á føroyskum og enskum, er stór í vavi og telur 290 blaðsíður í sjáldsama vakrari permu. Bókin kann bæði sigast at verða matlistarlig, gastronomisk, og myndlistarlig, so góðar myndirnar úr føroysku náttúruni eru. Í orðum og myndum verða djúpt heimligu og samstundis avgjørt altjóða avrikini hjá Leifi lýst, tær skiftandi árstíðirnar, tær mongu heimligu rávørðurnar og ikki minst føroyska matmentanin. Serliga sjáldsama haldi eg lýsingina av grindadrápi verða.

440,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Oddvørsa heilsubetri bitar (9)

Í bókini eru 94 uppskriftir til tín, sum vilt royna nakað nýtt. Fleiri heilsugóðar uppskriftir, grønir rættir, grovt grønmeti, rótfruktir og fleiri kornsløg.

299,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Oddvørsa Buffetstjørnur

Oddvørsa buffetstjørnur eru 88 uppskriftir, valdar við umhugsni, gjørdar við nærlagni, serveraðar við tokka til tær upplivingar, ið góður matur gevur.

299,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Lætt & leskiligt, 3 arin (20)

Eins og í hinum bókunum fylgja uppskriftirnar kosttilráðingunum, og tær hóska eisini væl til tey, sum hava diabetes, hjartasjúkur, æðrakálking ella skulu ansa eftir vektini.

298,00 kr.
Legg í kurv