Bókin er eitt savn av føroyskum orðatøkum. Orðatøk eru bæði undirhaldandi og upplýsandi, og í bókini ‘Føroysk orðatøk’ finnur tú røttu orðingina til eitt og hvørt høvi. Bókin er skipað eftir evnum og í bókstavaraði, so tú lætt finnur røttu orðingina.
Framhald av Týskt 1 - eisini til 8. flokk. Leggur seg serliga eftir veikt bendum sagnorðum í tíðum og bundnum navnorðum í føllum, umframt at klokkan, tølini, dagar, mánaðir og árstíðir eisini verða viðgjørd.
Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum. Í bókini eru grundleggjandi mállæruvenjingar í týskum, har dentur verður lagdur á navnorð úr gerandisdegnum og bendingarnar í nútíð og tátíð av sagnorðunum sein, haben og werden.
Føroyskt mál, málsøga, mállæra.
esperanto-føroyskur føroyskur-esperanto orðalisti. Orðalisti / vortaro
Doktararitgerð um ensk lániorð í føroyskum máli.
Tey ymsu økini í mállæruni verða viðgjørd við frágreiðing, innsetingardømum og umsetingum við tilhoyrandi glosum. Aftast í bókini eru yvirlit við sterkt bendum sagnorðum og tey vanligastu sambindingarorðini.
Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.
Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.
52 orðatøk og 52 hugleiðingar. Nýggj og gomul, stutt og long, álvarsom og skemtilig. Hvat merkja tey, hvaðani koma tey, og hvussu brúka vit tey? Bókin viðger í løttum hugleiðandi tekstum hendan livandi og spennandi partin av føroyska málinum. Bókin viðger í løttum tekstum hendan livandi táttin í føroyska málinum. Eitt orðatak og ein hugleiðing um vikuna í eitt ár.