Søgur um ull gevur íblástur til undirvísing í handaverki og skapandi virksemi – bæði við børnum, ungum og vaksnum. Bókin lýsir føroyska ullarmentan. Hon gevur eisini neyva leiðbeining um, hvussu tú loysir úr lagdi, rotar skinn og handfert ull.
Harald leiðir okkum inn í ein heim, har ljósið spælir sær í føroyskum skógi, sum sveiggjar í aldustevi. Hann dugir at njóta friðin í taraskóginum og sandeyganum, fær okkum at undrast á litir, lív og skap í erfínum verum. Harald letur upp ein tølandi heim undir vatnskorpuni.
Tá tú litar eina mandalatekning - snyrlasnið - gevur tú hugflognum rúmd og tonkunum eina fríløtu. Fylg tráðnum við hugflogi og litum.
Barnið gevur løtuni litir við føroyskum tekningum
Kom og telva er talvlærutilfar á grundstigi. Bókaheildin, sum fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti, er ætlað til undirvísing í fólkaskúlum og talvfeløgum – men er eisini væl egnað til sjálvlæru heima við hús.Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi.

Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi. Næmingurin lærir, hvussu hann eigur at byrja eitt talv, hvussu hann setir eitt álop í verk, og hvussu hann fremur skák og mát fleiri leikir fram. Kom og telva er so statt talvlæra til bæði byrjaran og tann roynda talvnæmingin.
Helgi hevur ikki havt annan sterkan telvara ella venjara her á landi at styðja seg til, men er farin einsamallur eftir illgongdari gøtu fram at gylta málinum, ið hann stundaði á at røkka. Slíkt gerst ikki uttan stálsettan vilja, miðvísa langtíðarætlan og gávurnar at hugsavna seg um dýpdirnar í spælinum.
With this book we have, for the very first time, meterial in this area with reliable guidlines which can be used for both teaching and home use.
Lærubók í tekning. Dømi um kompositión, frágreiðingar um perspektiv. Dømi um hvussu listafólk nýta skravering at skapa rúm og dýpd.
Bókin um føroysku haruna er skipað í 15 kapital og brot, ið kunnu lesast hvør sær sum sjálvstøðugar greinar, hvør við sínum frálíku myndum. Teir flestu kapitlarnir eru frásagnir frá veiðuferðum. Sum rættur reypari leggur Lasse eina við, at hann hevur skotið "et firesifret tal harer" og tað eru tí bert ein brøkpartur av teimum, ið rúmast í frásagnum og myndum í bókini.
Um telving í Føroyum.
Vit telva 1-8 umrøða allar partar av talvi, og tí eru fyrstu heftini vælegnað til byrjarar, og seinnu heftini venda sær til royndari telvarar. Røðin er bygd upp, so tú allatíðina mennir tínar førleikar.