Sandoyar kirkjubók 1719-1892 er eitt nágreinligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum sandoyarprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í teimum fimm sóknunum í Sandoyar prestagjaldi: Heima á Sandi, Skálavík, Húsavík, Skúvoy og Stóru Dímun. Her kann síggjast hvørji børn vóru doypt, foreldur og fadrar teirra, nær tey vóru fermd, nær tey giftust, børn teirra og nær tey doyðu.
Tørvurin at byggja okkara egnu Lykkenborg liggur í okkum menniskjum. Vit hava øll tørv á at hava eitt heim ella ein stað, har vit trívast. Fyri meg er tað týdningarmikið, at vit, sum einstaklingar og samfelag, geva pláss fyri øllum Lykkenborgunum. Hvat hevði verðin ikki verið fátæk og keðilig uttan tað skeiva, óperfekta, litfagra, øðrvísi, tilvildarliga og allar teir fløkjasligu hurlivasarnar – sum vit øll jú eru!
Leikurin er tíðarbærur við sínum tilsipingum um toganina millum sjálvbjargni og ófrælsi – hvussu føroyska tjóðin velur stuðul fram um tjóðarfrælsi, tunnilsloysnir fram um mentanarliga tjóðarbygging. Í leikinum kemur fram uppskot um at gera tunnil millum Føroya og Danmarkar. Leikurin er sprottin úr loysingarhugaða umhvørvinum millum lesandi føroyingar í Keypmannahavn í seinna heimsbardaga.
Sum heitið sigur, er hetta ein kamarleikur: leikstaðið eitt greitt avmarkað rúm, tíðin avmarkað til eitt samdøgur, persónar so fáir, sum hugsað kann og dentur á tí sálarliga. Við svørtum humor verður víst, hvussu fortíðin og nútíðin hjá einstaklinginum, nærri tilskilað hjá einari kvinnu, ofta í irrationellari blanding, stýra sjálvsfatan og gerðum hennara.
Suðuroyar kirkjubók 1745-1892 er eitt nágreinligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum suðuroyarprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í teimum seks sóknunum í Suðuroyar prestagjaldi. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, foreldur og fadrar teirra, nær tey vóru fermd, nær tey giftust, børn teirra og nær tey doyðu.
Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli. Eitt sindur løgið, tí fyrsta prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið at hoyra føroyskt mál av palli - fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnafólk heilt frá døgum Svabos - tað er frá seinnu helvt av 18.øld - leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum - á donskum.
Hvør drap Bænadikt Conradsen, slaktaran í Gásadali? Hvør er Matthias J. Danielsen í roynd og veru? Trúboði? Djevul? Hvør ber í grundini djevulskapin í sær?Hon er nógv umtalað. Hon er elskað. Hon er útskeldað. Hon er útseld. Hon er virðislønt. Hon er Óendalig. Hon er Ógloymandi! Bókin! Las tú hana nakrantíð? Nei? Tað bilar onki. Tí nú er leikritið her.
Deyvafelag Føroya hevur givið út stavraðið á føroyskum teknmáli, og møguleiki er hjá øllum at ogna sær plakatina, sum er í A2-stødd.
Deyvafelag Føroya hevur givið út stavraðið á føroyskum teknmáli, og møguleiki er hjá øllum at ogna sær plakatina, sum er í A2-stødd.
Deyvafelag Føroya hevur givið út stavraðið á føroyskum teknmáli, og møguleiki er hjá øllum at ogna sær plakatina, sum er í A2-stødd.
Bókin er skipað í tríggjar kapitlar. Fyrsti kapittul er ein søgulig gjøgnumgongd av purismu, har ið føroysk purisma verður sett í samband við norðurlendska og evropeiska purismu. Í øðrum kapitli verður tann føroyska purisman lýst sum samtíðarligt fyribrigdi, har ið hugburður til mál og málnýtslu verður viðgjørdur við støði í kanningum, sum eru gjørdar eftir aldarskiftið. Triði kapittul er av ástøðiligum slag. Hann snýr seg um málvariatión í føroyskum, og har verða viðkomandi ástøði umrødd.
Her eru øll tey nevnd, sum eru fødd í Norðstreymi í hesum tíðarskeiði, og tí ber til at síggja nær tey eru doypt, hvørjar gubbar og gummur tey hava, hvørjum tey eru konfirmeraði saman við, nær og við hvørjum tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið, og nær tey eru deyð og grivin.
Vága kirkjubók 1797-1892 er eitt nágreiniligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum prestarnir í Jansagerðibí Miðvági hava skrivað um vága- og mykinesmenn í hesum tíðarskeiði. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, foreldur og faddrar teirra, nær tey vórðu fermd, nær tey giftust og nær tey doyðu. Viðhvørt stendur nær tey eru flutt úr prestagjaldinum.
Norðoya kirkjubók 1760-1892 er eitt nágreiniligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum prestarnir í Ónagerði á Viðareiði hava skrivað um norðingar í hesum tíðarskeiði. Her kann síggjast hvørji børn vórðu doypt, forledur og fadrar teirra, nær tey giftust og nær tey doyðu. Viðhvørt stendur nær tey eru flutt úr prestagjaldinum. Henda bók er tann triðja í ritrøðini, sum fer at fevna um níggju bøkur.