Abbi er deyður, og knappliga eri eg umgirdur av strikum: millum flísarnar í túninum, á gáttunum undir hurðunum, í loftinum uppi yvir songini. Allastaðni. Hví eru knappliga strikur allastaðni?
33 góðar uppskriftir, harav 5 uttan gluten, íð eru valdar við umhugsni, gjørdar við nærlagni, og borðreiddar við tokka til tær upplivingar, sum góðaur matur gevur.
Leskilig Jól er bókin til tíðuna, tá ið vit taka okkum burtur frá gerandisdegnum. Sansa angan av sjokulátu, gløgg og nýbakaðum jólabollum og lata okkum tøla av lívinum. Tær 47 uppskriftirnar í bókini fevna um jólabakstur, gløgg og ymisk konfekt.
84 lættar og leskiligar uppskriftir breyð og bollar Supanir Forrættir og Smárættir Høvuðsrættir Salat og nátturðarættir Afturvið Omaná
Í 1960’unum giftust fleiri ungar føroyskar kvinnur blaðungar við amerikomonnum, sum vóru í Føroyum í sambandi við útbyggingina av Loranstøðunum. Onkrir av hesum monnum starvaðust innan hervaldið, aðrir innan telefyritøkur.Dagny Joensen skrivar í innganginum, at hon mangan hevur hugsað um hesar kvinnur,sum hvurvu úr gøtumyndini eins og nógv ungfólk í okkara tíð. Hetta kom millum annað av, at sambandið millum USA og Føroyar ikki var so høgligt tá sum nú.
Myndabók, ið er grundað á eina sanna søgu úr Hesti. Um eina fitta ommu, ið hjálpir tveimum oljudálkaðum æðum.
Prosabókin er upprunaliga sprottin úr eini bloggfrásøgn. Hon er um eina unga føroyska kvinnu sum sjálvstilvitað og við stórum dirvi sigur frá síni søgu sum ein føroysk skrivandi kvinna í 21. øld.
Norski høvundurin Johan Harstad hevur skrivað søguna um unga gartnaran Mattias, sum er sera hugtikin av astronautinum Buzz Aldrin, sum var annar maður uppi á mánanum. Eins og Buzz Aldrin vil Mattias vera nummar tvey - hann vil vera ókendur.
Barnabók um flugulív, skrivað av námsfrøðinginum og lívfrøðinginum Herborg Nyholm Debes. Eitt flugulív er bæði viðkomandi og áhugavert, um tú fert at granska tað nærri, og ikki bert ilskast inn á summ, ssuuummm frá flugunum.
Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni.
Dentur hevur í fyrsta lagi verið lagdur á at lýsa missiónsvirksemið, sum Elsa hevur verið við í. Í øðrum lagi verður givin ein lýsing av Etiopia, landi og fólki. Í triðja lagi verður Etiopia lýst undir tí kommunistiska stýrislagnum 1974-1991.
Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið. Beck og Sønner, Kjølbro og brøðrasamkoman.
Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Norðlýsi er sætta bókin um blaðmannin og ráðgevan Hannis Martinsson.