46 greinir um navnafrøði, málføri, málfrøði og kvæði. Givið út í samband við sjeyti ára føðingardag Eivind Weyhe.
Greinirnar í bókini spenna víða, frá evnum innan bókmentir og bókmentafrøði til greinir um mál, søgu og list.
Greinasavn við nýggju vísindaligum greinum eftir føroyskar og útlendskar rithøvundar. Givið út í sambandi við 60 ára føðingardag Beintu í Jákupsstovu.
Bókin gevur lesaranum innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna kjakið um átrúnað og lívsáskoðan. Og hon vísir, at ósemjurnar um lívsins stóru spurningar eisini finnast í Føroyum.
Um evni í nútíðar Føroyum úr ymiskum antropologiskum sjónarhornum.
Heiðursritið er ein lýsing av kvinnuni, sum í 1977 var send á fund í Havn av fakfelagnum Fjalbrúðir í Vági. Ingeborg endaði í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag longu á fyrsta aðalfundinum hon var á.
Heiðursrit fyri professara í lívfrøði, Dorete Bloch. Greinirnar í bókini lýsa arbeiðisøki hennara og føroysku náttúruna.
Um søgur og skaldsøgur eftir Jens Paula Heinesen.
Oddvørsa buffetstjørnur eru 88 uppskriftir, valdar við umhugsni, gjørdar við nærlagni, serveraðar við tokka til tær upplivingar, ið góður matur gevur.
Søgan um sambandið millum Abelard og Heloise er eitt av heimsins mest víðagitnu og tragisku kærleiksævintýrum. Hon er søgd í brøvunum hjá Pæturi Abelard, einum fronskum heimspekingi og gávuríka næmingi hansara, Heloise.
Bókin snýr seg bæði um almenn og persónlig viðurskifti. Tá hon kom út, kveikti hon nógv kjak um m.a. leiklutin hjá religión í Føroyum. Ì meira enn tvey áratíggju hevur Sjúrður Skaale verið virkin í samfelagskjakinum. Ì talum og greinum hevur hann viðgjørt almenn og persónlig viðurskifti; smámál og stórmál. Viðhvørt hevur hann verið skemtiligur, viðhvørt illur. Viðhvørt sakligur, viðhvørt sarkastiskur. Og viðhvørt er hann farin um mark til tað áleypandi og óreina.
Eins og í hinum bókunum fylgja uppskriftirnar kosttilráðingunum, og tær hóska eisini væl til tey, sum hava diabetes, hjartasjúkur, æðrakálking ella skulu ansa eftir vektini.
Henda bók kom út í 1903 við titlinum: Færøsk Politik. Nogle Uddrag og Betragtninger. Bókin er eitt fínt íkast til upplýsingar og til at fata ymist viðvíkjandi føroyskum politiskum viðurskiftum.
Vælumtókta kateringkvinnan Oddvør Skarðhamar, ið er kend fyri at gera góðan og spennandi mat til veitslur, móttøkur og blaðið Kvinnu, hevur latið sína fyrstu kókibók úr hondum. Í bókini eru uppskriftir til dessertir, køkur og onnur bakisløg.
Í bókini, sum er 256 síður til støddar, eru partar av Gamla og Nýggja testamenti myndaðir sum teknirøð í litum. Tað eru Jeff Anderson sum hevur teknað og Mike Maddox, sum hevur savnað.