Føroysk bók¬mentasøga 2 er um bókmentirnar í broyt¬inga¬ríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2 bókmentir og skaldskap, sum føroyingar hava skrivað á føroyskum og donskum. Tað er eisini nýskapandi, at hetta bindið meira enn eldri bókmentasøgur lýsir barnabókmentir, átrúnaðarligan skaldskap og skaldsligar týðingar í árunum 1900-1939 sum týdningarmikil evni.
Verjurøða ummælarans viðger ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, sum eru skrivað í føroysk bløð og tíðarrit. Heitið vísir til ta verjustøðu, sum ummælarin ofta er í, tí hann av rithøvundum verður hildin at misskilja ella mistulka skaldskap. Samstundis skal ummælarin standa til svars fyri dómar, hann fellir um skaldskap í sínari egnu samtíð, av rithøvundum, hann kann rokna við at møta aftur í ymiskum samanhangum í sínum privata gerandisdegi.
Um at skriva er savn av greinum og ummælum frá sumrinum 2017 til várið 2021. Innihaldið í greinunum fevnir um brúksráð til komandi høvundar, hvussu bøkur verða gjørdar til film, um erotikk í føroyskum bókmentum og mangt annað bókmentum viðvíkjandi. Ummælini fata um tær flestu útgávur av føgrum bókmentum frá teimum seinastu fýra, fimm árunum.
Frúa og Flúgvi er ein barnateknisøga um vinskap og kærleika, sum tolir at verða lisin aftur og umaftur. Søgan varð á fyrsta sinni givin út í 1992 og fekk stóra vinningin í kappingini hjá Gyldendal og Berlingske Tidende um bestu teknisøgu fyri børn.
Hugsað verður ofta í ættarliðum við at miða seg eftir tíggjuáraskeiðum, sum um veruleikin fær skap ígjøgnum eitt ávíst tíggjuáraskeið, og sum um ávirkan uttaneftir skipar seg eftir einari áramálskonstruksjón. Nú ið tøknin hópframleiðir ættarlið ella bara nýggjar tendensir, sær øðrvísi út. Men mynstur kunnu saktans formast í áratíggjum, so heilt grundarleys er henda tilgongd til ættarlið kortini ikki: hippiarar í 1970’unum og yuppiarar í 1980’unum, ættarlið X í 1990’unum.
Í bókini, sum nevnist Bók Jógvan og telur 451 bls., eru 29 javnlíkamettar greinir eftir føroysk og útlendsk vísindafólk um fjølbroytt evni av málsligum og bókmentaligum slag. Greinirnar eru skrivaðar á 6 ymiskum tungumálum.9 greinir eru á føroyskum, 7 á norskum,6 á íslendskum, 4 á donskum, tvær á enskum og ein á svenskum.Innihaldsliga fevnir bókin ógvuliga víða.Greinir eru um rúnir, kvæði og tættir.
Færøsk Litteraturs Historie er grundað á meira enn fjøruti ára gransking og skriving um føroyskar bókmentir. Ætlanin er,at tað skal bera øllum til at lesa bókmentasøguna,um somu tíð sum hon er grundað á hollar kanningar. Annað bind, sum fevnir frá 1950 og til í dag kemur væntandi út um gott eitt ár.
Um religiøs upplivilsi, sum í dag kunnu greiðast av nervafrøðini. Um tey nógvu lokabrøgdini hjá teimum kristnu kraftagerðarmonnunum nú á døgum. Um hvussu gudrøkisskapur tekur lívið av nógvum børnum í dag. Um ta skilaleysu bønina.Um ósannindi og skeivleikar í Bíbliuni. Um hvussu tey kristnu alla tíðina gera ímóti síni læru. Um grundirnar, ið elva til góðan sið í samfelagnum. Um hvussu skilið var, tá ið føroyingar livdu undir Guds lóg.
Í bókini eru greinir av ymiskum slag, skrivaðar í tíðarskeiðinum 1974-2015. Einstakar røður eru. Heilsanir. Kvøður. Minningarorð. Tað mesta snýr seg um bókmentir, føroyskan skaldskap og yrkingar. Meginparturin er bókaummæli.
Greinir frá føroysk-íslendskari ráðstevnu í Tórshavn 24 og 25 august 2013. Greinirnar eru á íslendskum og føroyskum. Samandráttur á enskum.
Allar tær bestu keiputekningarnir av Paul Watson og hansara harkaliði á einum stað. Hetta er bókin til allar føroyingar, sum varðveita vilja okkara føroyskum grindamentan. Kann lesast best afturvið einum grindastykki, spiki og eplum. Betri Grindaskemt skal man leita leingi eftir ! Bókin er á enskum, tí tá rakar bókin enn longur út - enn til bert føroyingar.
Í longu 19. øld (1790-1914) tók seg upp ein mentunarlig nationalisma í Evropa, og hon kom at fáa avgerðandi týdning í Føroyum. Ein serlig sjálvsmynd varð skapt og í hesi sjálvsmynd spældu bókmentir ein nýggjan leiklut. Í 1820’unum og í 1830’unum hendi tí nógv í føroyskari mentan. Vit fingu eitt lesifelag, og ikki minni merkisvert er, at eitt bókasavn varð sett á stovn í Havn í1828. Og mitt í øllum hesum komu tær fyrstu føroysku bøkurnar.
Í bókini verður grundgivið fyri, at Viderø sum rithøvundur hevði torført við at finna seg til rættis í hevdbundnum tekstsløgum,men at hann skrivaði ferðafrásagnir, sum í stóran mun vóru ávirkaðar av bókmentaligum og heimspekiligum rákum í Evropa í fyrru helvt av 20. øld.Ein kensla av at liva í einari krepputíð og ikki kenna seg heima nakrastaðni – ikki at sættast við seg sjálvan og sítt umhvørvi – verður orðað í ferðafrásagnunum.
Henda bókin lýsir umhvarvið av føroyskum barnabókmentum í rúmliga 100 ár greinir eitt úrval av gomlum og nýggjum føroyskum barnabókum, barnasøgum og -sangum