Í bókini, sum nevnist Bók Jógvan og telur 451 bls., eru 29 javnlíkamettar greinir eftir føroysk og útlendsk vísindafólk um fjølbroytt evni av málsligum og bókmentaligum slag. Greinirnar eru skrivaðar á 6 ymiskum tungumálum.9 greinir eru á føroyskum, 7 á norskum,6 á íslendskum, 4 á donskum, tvær á enskum og ein á svenskum.Innihaldsliga fevnir bókin ógvuliga víða.Greinir eru um rúnir, kvæði og tættir.
Í bókini verður grundgivið fyri, at Viderø sum rithøvundur hevði torført við at finna seg til rættis í hevdbundnum tekstsløgum,men at hann skrivaði ferðafrásagnir, sum í stóran mun vóru ávirkaðar av bókmentaligum og heimspekiligum rákum í Evropa í fyrru helvt av 20. øld.Ein kensla av at liva í einari krepputíð og ikki kenna seg heima nakrastaðni – ikki at sættast við seg sjálvan og sítt umhvørvi – verður orðað í ferðafrásagnunum.
46 greinir um navnafrøði, málføri, málfrøði og kvæði. Givið út í samband við sjeyti ára føðingardag Eivind Weyhe.
Heiðursritið er ein lýsing av kvinnuni, sum í 1977 var send á fund í Havn av fakfelagnum Fjalbrúðir í Vági. Ingeborg endaði í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag longu á fyrsta aðalfundinum hon var á.
Heiðursrit fyri professara í lívfrøði, Dorete Bloch. Greinirnar í bókini lýsa arbeiðisøki hennara og føroysku náttúruna.
Í savninum eru samrøður við allar forkvinnur og menn, ið hava verið í Føroya pedagogfelag, og tekstir, skrivaðir av fólkalívsfrøðingi, hugmyndafrøðingi, námsfrøðingum og skaldi.
Í Símunarbók, sum bókin eitur, eru savnaðar 20 greinar, skrivaðar av føroyskum, norðurlendskum og bretskum høvundum um ymisk fornfrøðilig og søgulig viðurskifti í Føroyum og grannalondunum í víkingaøld og miðøld.
Heiðursrit til Turið Sigurðardóttir - lagt til rættis hava Malan Marnersdóttir et.al. Givið út í sambandi við seksti ára føðingardag Turið Sigurðardóttir
150 ár síðani Løgtingið varð endurstovnað. Val og valtøl, yvirlit og leitiorð
Bind 1 & 2 - Løgtingið 150 ár. Ritgerð. Sergreinir og ævisøgur
Heildarsavn, ið er givið út á sekstiára degi skaldsins.
Ein kvøða 200 ára dag hansara
Endurminningar og bygdasøga av niðurseturbygdini Innan Glyvur.