Um at skriva er savn av greinum og ummælum frá sumrinum 2017 til várið 2021. Innihaldið í greinunum fevnir um brúksráð til komandi høvundar, hvussu bøkur verða gjørdar til film, um erotikk í føroyskum bókmentum og mangt annað bókmentum viðvíkjandi. Ummælini fata um tær flestu útgávur av føgrum bókmentum frá teimum seinastu fýra, fimm árunum.
Hugsað verður ofta í ættarliðum við at miða seg eftir tíggjuáraskeiðum, sum um veruleikin fær skap ígjøgnum eitt ávíst tíggjuáraskeið, og sum um ávirkan uttaneftir skipar seg eftir einari áramálskonstruksjón. Nú ið tøknin hópframleiðir ættarlið ella bara nýggjar tendensir, sær øðrvísi út. Men mynstur kunnu saktans formast í áratíggjum, so heilt grundarleys er henda tilgongd til ættarlið kortini ikki: hippiarar í 1970’unum og yuppiarar í 1980’unum, ættarlið X í 1990’unum.
Um religiøs upplivilsi, sum í dag kunnu greiðast av nervafrøðini. Um tey nógvu lokabrøgdini hjá teimum kristnu kraftagerðarmonnunum nú á døgum. Um hvussu gudrøkisskapur tekur lívið av nógvum børnum í dag. Um ta skilaleysu bønina.Um ósannindi og skeivleikar í Bíbliuni. Um hvussu tey kristnu alla tíðina gera ímóti síni læru. Um grundirnar, ið elva til góðan sið í samfelagnum. Um hvussu skilið var, tá ið føroyingar livdu undir Guds lóg.
Í bókini eru greinir av ymiskum slag, skrivaðar í tíðarskeiðinum 1974-2015. Einstakar røður eru. Heilsanir. Kvøður. Minningarorð. Tað mesta snýr seg um bókmentir, føroyskan skaldskap og yrkingar. Meginparturin er bókaummæli.
Greinir frá føroysk-íslendskari ráðstevnu í Tórshavn 24 og 25 august 2013. Greinirnar eru á íslendskum og føroyskum. Samandráttur á enskum.
Nýggj leiti er Setursrit 6. Greinirnar varpa ljós á føroyskar barnabøkur: samanspæl millum mynd og tekst, frásøgufólk, list og lærdóm, og ímyndir og hugburð mótvegis børnum.
Greinir frá íslendsk-føroysku ráðstevnuni í Reykjavík í 2010. Greinirnar eru á íslendskum og føroyskum. Samandráttur á enskum.
46 greinir um navnafrøði, málføri, málfrøði og kvæði. Givið út í samband við sjeyti ára føðingardag Eivind Weyhe.
Greinirnar í bókini spenna víða, frá evnum innan bókmentir og bókmentafrøði til greinir um mál, søgu og list.
Greinasavn við nýggju vísindaligum greinum eftir føroyskar og útlendskar rithøvundar. Givið út í sambandi við 60 ára føðingardag Beintu í Jákupsstovu.
Bókin gevur lesaranum innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna kjakið um átrúnað og lívsáskoðan. Og hon vísir, at ósemjurnar um lívsins stóru spurningar eisini finnast í Føroyum.
Um evni í nútíðar Føroyum úr ymiskum antropologiskum sjónarhornum.