, , ,

Føroysk bókmentasøga 2 (8)

Føroysk bók¬mentasøga 2 er um bókmentirnar í broyt¬inga¬ríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2 bókmentir og skaldskap, sum føroyingar hava skrivað á føroyskum og donskum. Tað er eisini nýskapandi, at hetta bindið meira enn eldri bókmentasøgur lýsir barnabókmentir, átrúnaðarligan skaldskap og skaldsligar týðingar í árunum 1900-1939 sum týdningarmikil evni.

495,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Færøsk Litteraturs Historie

Færøsk Litteraturs Historie er grundað á meira enn fjøruti ára gransking og skriving um føroyskar bókmentir. Ætlanin er,at tað skal bera øllum til at lesa bókmentasøguna,um somu tíð sum hon er grundað á hollar kanningar. Annað bind, sum fevnir frá 1950 og til í dag kemur væntandi út um gott eitt ár.

366,00 kr.
Vís meira
, , ,

Føroyskar barnabókmentir

Henda bókin lýsir umhvarvið av føroyskum barnabókmentum í rúmliga 100 ár greinir eitt úrval av gomlum og nýggjum føroyskum barnabókum, barnasøgum og -sangum

248,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Tíðin við víkjandi ljósi

Ættarskaldsøgan er sett saman av tjúgu pørtum, ið røkka frá 1952 til 2001 við einum níti ára føðingardegi 1. okt. 1989 sum snúningsdepli. Hvør partur er ein søga, sæð úr sjónarhorninum hjá einum av persónunum. Søgurnar flætta seg hvør inn í aðra.

188,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brøv frá Jákup Jakobsen,doktar

Brøvini frá Jakobsen, doktara, eru heilt frá dreingjaárunum í 1870-unum og fram til deyða hansara í 1918. Í sjálvum sær verða tey eitt slag av ævisøgu, soleiðis sum tey endurspegla lív hansara: skúladagarnar í Havn, kostskúlatíðina í Danmark, studentatilveruna í Keypmannahavn, tað, ið hann valdi at lesa, og tá ið hann tók prógv.

240,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Brøv til Jákup Jakobsen,doktar

Í bókini við brøvum til Jakob Jakobsen, skrivað frá januar 1887 til august 1918, eru 53 brævaskrivarar: úr Føroyum, Orkneyoyggjunum, Hetlandi, Glasgow, Edinburg, Oxford, London og Týsklandi. Nakrir av føroyingunum skriva á føroyskum, hinir á donskum. Annars eru flestu brøvini á enskum, nøkur á týskum. Marianna Debes Dahl hevur týtt hesi brøvini.

160,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Nýggj leiti

Nýggj leiti er Setursrit 6. Greinirnar varpa ljós á føroyskar barnabøkur: samanspæl millum mynd og tekst, frásøgufólk, list og lærdóm, og ímyndir og hugburð mótvegis børnum.

188,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Útvølir

Nýggju bók sína hevur Tóroddur Poulsen ognað øllum teimum, sum onki skilja. Ferðin aftur í tíðina gongur bæði til Havnar og Keypmannahavnar, í eini frásøgn, sum er á tremur av stuttligum og neyvum myndum av persónum og hendingum.

240,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bókmentamaðurin Mads Andreas J

Greinar, yrkingar, stubbar, stuttsøgur, týðingar, ummæli, minningarorð o.a.

270,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bókmentasøga 3

Føroyskar bókmentir í tíðarskeiðnum 1940-1979

125,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bókmentagreinir 6

Minni um J.H.O. Djurhuus

25,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bókmentagreinir 5

Um Jóan Petur uppi í Trøð og Jógvan Dánialsson (Kvívíkar Jógvan)

25,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bókmentagreinir 4

Um Súsannu Helenu Patursson og Mariu R. Mikkelsen.

25,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bókmentagreinir 3

Um nútíðar yrking í Føroyum.

25,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bókmentagreinir 2

Um Rasmus Effersøe og Jóannes Patursson.

25,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bókmentagreinir 1

Føroyskur skaldskapur í 19. øld. Um Páll Nólsoy, Jóannes Patursson og Jens Djurhuus

25,00 kr.
Legg í kurv