, , , ,

Tórður Illugason

Tórður er sonur høvdingin í Illogadali. Hann er ikki sum onnur. hann vil heldur eta góðan mat og drekka enn at berjast og allarbest dámar honum, tá ið skaldini vitja høvuðssetrið, tá sleppur hann at lurta eftir yrkingum og kvæðum.

30,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Dárar og deydur

- So mugu vit heldur ynskja Simon Kroll vælkomnum í flokkin. Vónandi fer tú at trívast. Knappliga sansaði eg, at tað var meg, Simone, hon tosaði um. Skuldi eg siga, sum var? Takk, segði eg so grovliga og dreingjarliga, sum eg kundi.

50,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Angin av vanilju

Omma Siri hevur krabbamein og gerst sjúkari og sjúkari, og floksfelagin, Coco, roynir at hjálpa Siri at fáa megina til at venda sjúkragongdini. Eitt undur skal henda, so at omma Siri ikki skal doyggja. Men undur kosta. Hvør er Coco? Hjálpir hann Siri, ella hjálpir hann henni ikki? Hon ivast, men verður alsamt meira hugtikin av tí løgna Coco, sum ger alt fyri at koma í samband við hana.

50,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Smáttan í Stóraskógi, innb.

Fyri mongum árum síðan búði ein lítil genta í eini smáttu, gjørd út stokkaviði, í Stóraskógi Wisconsin. Gentan æt Laura. Hon búði saman við mammu síno og pápa sínum, stórusystir Mary og lítlusystur Káru. Allastaðir í kring vóru skógir og aftur skógir, og tey dýr, sum har hildu til, vóru revar, hjørtir, íkornar, bjarnir og úlvar.

80,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Mánadags Mortan

Barnasangir við føroyskum teksti.

60,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Shakespeare tjóvurin

- Tú skalt stjala sjónleikin hjá Shakespeare, Hamlet, ella... Hesi vóru boðini frá harra hansara. Og Skarvur, ein neyðars faðir- og móðurloysingur, ið dugir tað sjáldsama kynstrið at skriftrita: at skriva stutt, kvikliga og loyniliga tað talaða orðið eins skjótt, ið tað verður talað, hann noyðist at gera eftir boðunum. Harri hansara eigur hann og kann gera við hann, sum honum lystir.

30,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Ýr

ýr er ein fitt, 5 ára gomul genta, sum býr saman við mammu, pápa, tvíburabeiggjunum Rólvi og Grana og stórusystrini Drós onkustaðni í Føroyum. Ýr hevur óføra gott hugflog, og tú fert ikki at keða teg saman við henni, tá ið hon spælir við Dúnhild, dunnuungan, sum pápin finnur í garðinum eitt kvøldið, ella Røskvu vinkonuna, sum kemur at ferðast í grannahúsunum.

50,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Í vøggustovu við Helenu

Helena býr í Danmørk. Omman er eitt summarið og vitjar hana og sleppur við henni í vøggustovu at síggja stovurnar, øll leikuni, børnini og konurnar, ið arbeiða har. Um gerandisdagin hjá tvey ára gomlu Helenu.

50,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Tað er lagamanni

Vit hitta Evu og Svein Ára, og spenningurin kemur veruliga í hæddina, tá høvundurin lýsir ta gomlu og heldur løgnu konuna Lenu.

60,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Reytt, blátt og eitt sindur av

Søgan er í stuttum henda. 7 ára gamla Oda fer við farbróðrinum í stóra listaskálan, har hann arbeiðir. Hon skal bara tiga og ikki siga eitt kis, meðan farbróður skal greiða frá myndlist. Hetta er einki stuttligt, og so vil Oda brádliga so illa pissa. Hon fer nú at finna sær eitt vesi sjálv, men áðrenn hon veit av, kemur hon sær inn í ein annan heim, listaheim.

30,00 kr.
Vís meira
, , , , , ,

Góði Gud, tak tær um reiggj

Um 14 ára gomlu Annu, sum gongur í 8. flokki í einum skúla í Havn. Hon er ikki væl nøgd við lívið. Men so hittir hon Heindrik. Anna broytist, og lívið verður so nógv lættari. Onkuntíð heldur hon, at Heindrikur er ikki rættsiktaður, men tað hevur minni at týða. Hon er so forelskað í honum, at hon fer eisini at dáma seg sjálva.

50,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Hvar er Flekk? - teknmál

Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom út í føroyskari týðing í 1986, hevur verið uppseld í nógv ár, men nú hevur so Nám givið hana út aftur í somu týðing umframt teknmálstýðingina. Fyrsta teknmálsbók á føroyskum. Er prentað á tveimum málum: føroyskum og teknmáli. Flekkbøkurnar eru sonevndar klaffabøkur. Á vinstru síðu stendur einhvør spurningur, og á høgru síðu er ein lúka ella hurð at lata upp og vita, hvat ið svarið er til spurningin.

80,00 kr.
Vís meira
, , , ,

Knassi

Hugtakandi søga um ein tólv ára gamlan drong og besta vin hansara - tomu vaskibjørnina Knassa.

130,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Ørindi í loyndum

16 ára gamla fer Ingrið inn í býin at ganga í studentaskúla. Hetta verður samtíðis ein ferð úr barndóminum og inn í vaksnamannaheimin. Men hon tekur dreymarnar við sær - og longsulin eftir tí ókenda.

30,00 kr.
Legg í kurv