Hvar er Bus-Álvur
Nú er Álvur vorðin stórur og skal fara í skúla í morgin. Men hví er hann so tigandi og fáligur og als ikki so glaður, sum hann er vanur?
Mick Harte var her
Hugtakandi bók, sum í stuttum snýr seg um ferðsluvanlukku, deyða - og um hvussu tú sum avvarðandi kanst koma til sættis við lívið eftir púra óvæntaða vanlukku. Tá ið bókin byrjar, er Mick Harte deyður. Høvuðspersónurin, systir hansara, ið bara var 10 mánaðir eldri enn hann, sigur søguna um, hvussu Mick var, um vanlukkuna, um sorgina, sum lamdi øll eitt skifti, og um hvussu tey so líðandi komu fyri seg aftur.
Nykrósutjørn
Í skúlanum gongur væl hjá Steffi og Sven og hon eru saman hvønn dag. Tey ganga túrar við hundinum og vitja vøkru Nykrósutjørnina. Steffi er eydnurík, men torir ikki at siga Sven sannleikan um sín loyniliga kærleika. Ein dagin sær hon Sven saman við eini gentu, og nú verður ikki væl vorðið hjá Steffi.
Mammur okkara
Jákup hyggur at mammuni, sum gongur við stórum búki, og undrast á, um aðrar mammur eru sum mamman. Saman við bókini fylgir eitt klistriark við øllum børnunum. So er bara at finna rætta barnið og klistra tað á rættan búk.
Heimbygd mín Tvøroyri
Um barnaárini á Tvøroyri, sum tá var ein hin virknasta bygdin í Føroyum. Lesarin fær innlit í skúlagongd, barnadagar við gleði og sorg, og eisini alt tað nógva virksemið, sum var í bygdini.
Súgvimerkið
Ungdómsbók fyri 13 ár og eldri.
Harry Potter 3
Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.
Leiku liva ... og stuttleika s
Onnur bókin í røðini um leikuni, sum liva, tá ið eingin sær. Í hesi bókini stuttleika leikuni sær óført, og tey fáa eisini ein nýggjan vin. Tá ið tey einaferð eru í Gøtu og vitja ommu Torkil, hitta tey Nikkolinu.
Kuffi
Kuffi er sera sjáldsamur fiskur, ið svimur í Suðurhøvum, ein kuffertfiskur. Ein dagin hendir sonn vanlukka fyri kuffertfiskaættina, ið næstan verður avoydd. Nú eru góð ráð dýr, men lukkutíð veit Mekuffalem gamli hyggjuráðini.
Oyggin í havinum
Umborð á skipinum uggar Steffi Nelli og sigur henni frá summarbýnum við sandstrondum og pálmatrøum, har tær bara skulu ferðast. Í staðin enda tær á einari oyggj í skergarðinum við Gøteborg, og har er onki, sum tær høvdu ímyndað sær tað. Her er bara hav og grót, neyst og útróðrarbátar. Her luktar av fiski, og ongin dugir teirrra mál. Her skulu tær búgva, við heimsins enda. Á einari oyggj í havinum.
Gylta svørðið
Triðja bókin í røðini um lítlu gentuna Petité, sum varð rænd av víkingum og nevnd Ása. Nú er hon ung genta og er vorðin væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, veturin líður, og eingin drongur kemur aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni.... og Ása er eydnurík. Undanfarnu bøkurnar í røðini eru: Drekaskipið og Gylta svørið.
Kurt verður óreinur
Øll halda, at Kurt er fittur. Kona Kurt heldur at Kurt er fittur. Øll trý børnini halda, at Kurt er fittur. Eisini Kurt heldur at Kurt er fittur. Men so verður Kurt óreinur. Slíkt kann henda tí besta, serliga tá tú fært nógvar pengar um hendi.
Mjørki í heilum
Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rithøvundar og ein kvøldskúlaflokkur á skriviskeiði hava skrivað. Søgurnar eru valdar út millum tær 42, sum komu inn, tá ið Listastevna Føroya 2001 skrivaði út stuttsøgukapping. Søgan, sum vann 1. virðisløn, ANGEL















