Plastruskið í sjónum (19)
Plastruskið í sjónum lýsir, hvussu havið, kovin hjá sjófugli, er um at gerast eitt ruskpláss. Tá iå granskarar kanna deyðar havhestar, sum verða skolaðir uppá land, finna teir plast í maganum á teimum. Soleiðis boðar fuglurin frá, at alt ov nógv plastrusk er í sjónum. Tíbetur kunnu vit saman og hvør sær hjálpa havhestinum og hinum sjófuglunum, og runt um í verðini hava nógv fólk longu funnið upp á smartar uppfinningar og loysnir fyri at fáa ruskið burtur.
Marin fær ein lítlabeiggja (36)
Marin hevur verið ógvuliga spent at fáa ein lítlabeiggja, men tá ið lítlibeiggin er komin, er tað kortini ikki so stuttligt. Hann grætur nógv og illa, og foreldrini eru móð og orka einki, og pápin kallar hana ikki longur fyri sína loppu. Hon hevði heldur viljað havt ein stórabeiggja, sum Amalia eigur, ella eina stórasystur sum Randi. Men er tað nú so galið kortini at eiga ein lítlabeiggja?
Pssst! (46)
Hví eri eg akkurát tann, sum eg eri? Hví bleiv eg ikki ein onnur? Hvat var eg, áðrenn eg bleiv fødd, og hvat verði eg, tá eg doyggi? Hevði eg eisini verið eg, um eg varð fødd onkra aðrastaðni? HVØR ERI EG Í GRUNDINI? Pssst! varpar ljós á smáar og stórar spurningar í lívinum hjá 12 ára gomlu Viólu. Í tí einastandandi samanspælinum millum myndir og tekst fáa vit innlit í tankar hennara um lívið, deyðan, vinir, familju, einsemi, útsjónd og popularitet.
Fílasteinurin
Bapit býr í Thyborøn og líkist ikki hinum. Tað er tí, at hann hevur etið alt ov nógv Nutella, og tí mamma hansara er út Tailandi. Pápin, eum er deyður, gav Bapit ein holstein, sum hann segði hevði gandamegi: Um tú hyggur gjøgnum holið og ynskir tær okkurt, gongur ynskið út. Men hesum trýr Bapit ikki. Ikki fyrr enn alt knappliga verður ovboðið.
Dreingirnir (42)
Dreingirnir er ein lýsing sum eingin onnur av tannáringum. Hon sameinir tað strævna í gerandisdegnum við tað vakra og gandakenda í eini søgu um uppvøkstur, broyting, kærleika og vinalag. Aftast í bókini er ógvuliga áhugaverd samrøða við høvundin ymiskt, sum hon leggur dent á í skriving sínari, umframt stuttsøgan "Glashúsið."
Darwin um upprunan til sløgini (20)
Frá ótrúligum fjølbroytni til stríðið fyri at yvirliva, frá minstu bakteriu til stóra Lívsins træ: í hesi vøkru tillaging av kenda verkinum hjá Charles Darwin verður slóbrótandi ástøðið, sum broytti heimin, drigið fram í ljósmála: LÍVMENNING
Gangstaraomman
Omma Ben er sum flestar aðrar ommur:– Hon hevur hvítt hár– Hon hevur handilstenn– Hon hevur brúkt lummaturriklæði í ermuni– Og ... hon er ein altjóða gimsteinatjóvur! Ben gistir hjá ommu síni hvørt einasta fríggjakvøld, og hann heldur, at omman er nakað so keðilig.Hon vil bara spæla Scrabble, og allur maturin, sum hon ger, er úr káli.Eitt púra vanligt og keðiligt fríggjakvøld finnur Ben gimsteinar í einari køkudós hjá ommuni.
Maðurin við arrinum
Søgan fer fram í Noregi undir seinna heimsbardaga.Bókin snýr seg um Selmar Salomonsen og spennandi hendingar,honum vóru fyri á sumri 1943.Tá var kríggj í næstan allari verðini.Týskland hevði tikið Noreg,og tí vóru nógvir týskarar har.Selmar býr hjá pápa sínum og Karolinu í Billefjord.Hann gerst vinur við ein týskan hermann,sum eitur Herman.Men hann verður eisini vinur við ein russiskan fanga,sum eitur Nikolai.Tað er byrjanin til allar hendingarnar.
Tað var ikki eg! segði Robinhundur (15)
Øll halda altíð, at tað er Robinhundur, sum hevur gjørt fortreð í barnagarðinum. Men tað passar ikki. Tað var ikki hann, sum stoytti mjólkina. Tað bleiv bara soleiðis.
Klukkudrotningin (24)
Tann óndi klukkusniðgevin, Lucretia Cutter, hevur slept sínum gulu mariuhønunjósnarum leysum – og hon hevur eina lúnska ætlan. Tá ið Darkus, Virginia og Bertolt fáa enn fleiri prógv um, hvat hon ætlar, eru tey púra avgjørd – hon má steðgast! Men tey trý vinfólkini eru í trupulleikum. Pápi Darkus hevur bannað teimum at gera fleiri kanningar – og teir ótespiligu svindlararnir, Humphrey og Pickering, eru slopnir úr aftur fongslinum. Nú liggur alt á Novak, dóttur Lucretiu.
Mín fyrsti fívil (20)
Fívil er øðrvísi. Hann er sum eitt klútateppi og ikki fílalittur. Fívil er altíð stuttligur og fær hinar fílarnar at flenna. Ein dagin rullar hann seg í fílalittum berum, og so fer Fívil at vita, um hinir fílarnir kenna seg aftur.
Hundatúrurin
Hugsa tær at sleppa ein túr við stóra hundinum hjá ommuni? Bara ein lítlan túr út at pissa. Far ikki ov langt! Nei. Bara ein lítlan túr. Og tú mást ikki vera ov leingi burtur! Minst til tað! Hvussu leingi man tað vera? Tað er ikki gott at vita. Og hvør er tað í veruleikanum, sum gongur túr við hvørjum?
Tá Mumbo Jumbo varð risastórur (13)
Tann einasta, sum kann gera Mumbo Jumbo lítlan aftur, er heksin Baba Jaga. Og hon býr í Sibiria, 10.000 km burturi. Tað verður ein long, vandamikil ferð. Men hvør er Baba Jaga, og hvussu fer hon at gera Mumbo Jumbo lítlan aftur?
Ronja Ránsmansdóttir (14)
Ronja er dóttir ránsmannakongin. Ronja er við at gerast vaksin, vil vera sjálvstøðug og ger uppreistur móti foreldrunum - serliga pápanum - tá hon møtir Birk, son fíggindan. Saman velja tey at venda ránsmannalívinum bakið.
Brøðurnir Leyvuhjarta (13)
Um brøðurnar Leyvuhjarta, sum eftir deyðan búgva í Nangijala. Har skuldi verið gott at verið, men valdsharrin Tengil ræður fyri borgum.














