Endin (14)
Tú ert seytjan ára gamal. Tað er summar, og verðin sær út júst sum vanligt. Men tú veitst, hvat fer at henda. Um ein mánað eru vit øll burturi. Hvussu kennist tað at vita akkurát upp á tíman, nær tú skalt doyggja? Hvat ætlar tú at gera ta síðstu tíðina? Og hvørjum vilt tú vera saman við, tá ið alt fær ein enda?Endin er ein undirgangssøga um tvey einsamøll ungfólk í einari verð, sum livir upp á lænta tíð.
Málibók - fyri smærri børn (50)
Barnið gevur løtuni litir við føroyskum tekningum
Lívið - Myndprítt (9)
Eingin myndprýðir óttan, vónina og dreymarnar hjá okkum menniskjum sum Lisa Aisato. Her hevur hon savnað allar sínar bestu myndir, bæði klassikarar og spildurnýggjar myndir, og skrivað ein lívsjáttandi tekst um hetta lívið, sum vit øll skulu læra at liva. Alt, sum lívið hevurat bjóða: kærleika, sorg, iva og stóra gleði lýsir og myndprýðir Lisa Aisato við sínum serstaka stíli, sum rørir okkurt djúpt í okkum.
Mín jólabók 2020 (20)
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Perlufiskarin (30)
Perlufiskarin er við okkum niður í havdjúpini, inn í eina fremmanda, men púra sjálvsagda verð, har perlur syngja á havsins botni, við gormkrabbum, gullstertum og, um illa vil til, rósuhávum. Miranda finnur tær vakrastu perlurnar í havdýpinum og veit, at eygnasteinurin, tann virðismiklasta perlan, sum so nógvar sagnir eru um, kann gerast hennara.
Dinosauravinir 2 - Svimjikappingin (20)
Rasmus Rex er á sandinum saman við allari familjuni og sínum besta vinmanni, Trygva. Rasmus dugir ikki so øgiliga væl at svimja, so tað er nokk so strævið, tá stóribeiggin, Regin, bjóðar Rasmusi og Trygva av í svimjikapping. Mamma Rex sigur, at eitt risastórt sjóskrímsl er í vatninum, og at teir ikki sleppa at svimja út til oynna. Hetta verður ein spennandi svimjikapping við nógvum nýggjum dinosauraupplivingum.
Dinosauravinir 1 - Eggið (19)
Tíðliga ein morgunin verður Rasmus Rex vaktur av besta vinmanninum Trygva Troodoni. Trygvi hevur stórtíðindi: Eggið hjá mammu hansara fer skjótt at klekja! Rasmus og Trygvi fara eftir sniðgøtuni ígjøgnum Mýriskógin fyri at náa at síggja tað. Men var tað nú so snilt? Í skóginum møta teir nøkrum nokk so óhugnaligum dinosaurum, og tá teir koma vegin fram, verða teir rættiliga bilsnir av tí, sum kemur úr egginum …
Vigdis (21)
Ein komandi rithøvundur bankar á dyrnar hjá frú Vigdís Finnbogadóttur og bjóðar sær sjálvari til ein drekkamunn, tí hon ætlar at skriva eina bók um fyrstu kvinnuna í heiminum, sum varð vald til forseta. Á vitjanini lærir gentan nógv um Vigdís bæði áðrenn og aftaná, at hon gjørdist forseti. Bók um merkisverda kvinnu, sum droymdi um at gerast skipari; men endaði sum forseti.
TIJE - drongurin og rottumaðurin (20)
Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har? Og hvussu man fara at gangast í skúlanum? Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir …Frísiski rithøvundurin og myndprýðarin Mirjam van Houten hevur skrivað og myndprýtt bókina. Ein sera góð søga um sjáldsom vinaløg og um at vera barn í eini verð, har tey vaksnu ofta hava nógv um at vera.
Drongurin, sum rópti so illa (62)
Drongurin rópar, og øll hini halda fyri oyruni. So fer høvdið á honum knappliga at vaksa, og hann sveimar burtur sum ein ballón. Hvar fer hann, og man hann nakrantíð koma heim aftur? Kom við dronginum, sum rópti so illa, á eina óvæntaða ferð. Á ferðini er ongin tekstur, tí søgan er í myndunum og í tínum egna hugflogi.
Mumisa orð (30)
Ein sera vøkur faldibók til tey smæstu børnini at hyggja at, meðan tey liggja á búkinum. Í bókini eru vakrir litir og einføld orð.
Hilbert (20)
Hilbert vil hava Bob at hjálpa sær. Tá Bob kemur, hongur Hilbert í luftini og veit ikki, hvussu hann skal sleppa niður aftur. Tíbetur hevur Bob eina gularót ...
Fitta milliónin (30)
Ein púra vanligan dag vinna Frank og mamman í lotto. Og sjálvandi er ongin dagur vanligur aftan á tað. Øll í bygdini vilja hava tær fýraogtjúgu milliónirnar. Mamman ger alt verri, tá hon sigur, at tann fittasti persónurin í bygdini fær burtur av pengunum. Tað verður so ringt, at mamman og Frank noyðast at rýma í Suðurlond at ferðast. Hvussu leingi kunnu tey krógva seg? Hvør í bygdini fer at vinna kappingina um at vera fittast? Og kann tað veruliga enda við,at Frank ikki fær eitt klovið oyra?
Tá ið Mamma Mu møtti Krákusi fyrstu ferð
Mamma Mu fekk sær renningarlop og hoppaði yvir um hegnið. - Oy, her liggur ein lítil fuglur! segði hon. Hon snoddaði at honum. - Er hann deyður? Fuglurin reisti seg. - Hvat GERT tú?! kráaði hann. Eg eri ikki nakar lítil fuglur! Er eri sjálvur Krákus! - Eg eri eri sjálv Mamma Mu, segði Mamma Mu og smíltist vinaliga. Tí hetta var allar fyrstu ferðina, at Mamma Mu hitti Krákus.
Mín gløggi vinur (34)
Krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum. Gáturnar nema samstundis við tað ódámliga, sum vit í felag mugu fyribylgja og koma til lívs. Hugskotið er at árvakni lesarin lærur seg at steðga á við støður, har tað verður logið, svikað ella eitthvørt illgrunasamt býr undir.
Jagstranin eftir vittrunum (18)
Bardagin um Salajak er av, men tað er jagstranin eftir vittrunum ikki. Nógvar vittrur eru rýmdar niður í tunlarnar undir borgini. Marruvittran Ristin og Dhor prinsur fara niður í avgrundina Jarmaland. Í hølunum á teimum er eitt lið av riddarum, fólkahermonnum og álvum, og Jøran og Niklas Egg skulu vísa teimum veg ígjøgnum bergið. Bæði vittrur og menniskju noyðast nú at stríðast í einum ókendum heimi, har vindarnir eru ísakaldir, og har óndar verur lúra í skuggunum …















