Sprettur og spírar (21)
Børn kunnu fáa nógva gleði av urtagarðsarbeiði. Sprettur og spírar er full av einføldum ítrivum, sum geva øllum forvitnum, ungum gartnarum íblástur, og tað er uttan mun til, um tú eigur ein urtagarð, eina altan ella bara ein vindeygakarm. Hví ikki gera eitt terrarium í eini glaskrukku at hava í kamarinum ella skriva náttúrudagbók og fylgja við øllum tí vakra, sum hendir í náttúruni?
Bukkarnir Brúsi fara at ferðast (21)
Einaferð vóru tað tríggir geitarbukkar, sum allir itu Brúsi. Teir skuldu suðureftir at ferðast. – Eru trøll í heitu londunum? spurdi Lítlibrúsi. – Nei, segði Miðlingabrúsi. – Bara í Føroyum og kanska í Noregi. – PASSAR tað? spurdi Lítlibrúsi. – Ja, segði Miðlingabrúsi. Men Lítlibrúsi tók vatnpistólina við sær, bara fyri at kenna seg tryggan. Tú kanst aldrin vita …
Falska rósan (8)
Tygum hava biðið meg skrivað alt niður, sum eg veit um mannin, tey kallaðu Hetlands Jack. Tað skal eg gera. Eg skal siga tygum frá um harða lív hansara. Og tygum skulu fáa sannleikan at vita um, hvussu hann hvarv á løgnan hátt. Men søgan um Hetlands Jack var ikki komin at enda, tá ið faðir hansara varð funnin í havnini í Glasgow. Og nú er lagnan hjá Jack vorðin mín egna lagna. Um hetta má eg eisini skriva, hóast tað kenst svárt.
Hetta er ikki vit (40)
Pápin kemur ikki upp um morgunin. Hann ger ikki mat longur, og hann svarar næstan ikki, tá ið Sanna tosar við hann. Í skúlanum er tað ikki nógv betri, tí besta vinkonan vil ikki hava nakað við hana at gera. Men so byrjar Yousef í flokkinum, og hann hevur umleið eina millión eygnavippur og veit, hvat tað vil siga at taka myndir av verðini. Ein hørð og veruleikanær søga um umsorganarsvik.
Bløðra (27)
Stina er ein trælur. Hon verður noydd at koma upp um morgunin, noydd at fara í skúla, noydd at læra seg sovorðið, sum hon als ikki hevur brúk fyri, noydd at verða eyknevnd Bløðra, noydd at brúka lættimjólk heldur enn vanliga mjólk, noydd at ganga til svimjing og noydd at syngja í tí rotna jólakórinum. Hon noyðist at ganga eftir lortareglum hjá øðrum, í einum lortabýi, í einari lortaverð.
Heimsins vandamiklasta harkalið 3 (24)
Tey mugu grøða Vampýrrósuna fyri ta allarringastu sjúkuna. Tey fýra gerast sumoglímarar og finna ein deyðan mann í Illaskógi. Harafturat prógvar harkaliðið, hvat veruligt vinalag er, og tað førir tey út, har eingin grynnir. Í bókunum um Heimsins vandamiklasta harkalið eru fimm stuttar, villar og ordiliga stuttligar søgur um alt, ið kann henda, tá ið tey vaksnu ikki hava eitt vakið eyga.
Mín fyrsti dagur og nátt (36)
Lær barnið at tosa og menna orðfeingið við hesari stuttligu spæli- og myndabókini. Stimbrar førleikan hjá komandi lesarum. Mennir eygleiðingarevnini hjá barninum. Myndir geva barninum størri innlit í heimin.
Men hvat hendi við tær?
óhanna er øðrvísi enn hini í familjuni. Hini eru kløn, meðan Jóhanna er stór. Hvat hendi við henni? Jóhanna vil vera ósjónlig, men øll síggja hana. Serliga plágurnar í skúlanum. So skjóta foreldrini upp, hvussu hon kann loysa trupulleikan. Hon kann fáa 100 krónur fyri hvørt kilo, hon lætnar. Jóhanna góðtekur avtaluna, og so við og við lætnar hon meir og meir. Men verður hon glaðari? Og loysir tað í grundini trupulleikarnar, hon hevur?
Ein beiggi ov nógv (20)
Sára orkar ikki at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi og forkelaður. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Sára orkar hetta ikki. Familjan kann ikki hava tað soleiðis. Tað er tá, at hon fær eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt.
Alva og Lias
Elsubeth M. Fossádal er, umframt at vera rithøvunduri, eisini lækni. Aftaná hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni: hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um um vit brenna okkum.
Gigga etur breyðflís (44)
Gigga er farin at vitja ommu. Har býr hundurin Labbi. Gigga fær eina breyðflís. Labbi vil eisini hava! Ein fitt pappbók um at deila.
Gigga sparkar bólt
Gigga og mamma vitja ommu. Men so fer mamma avstað. Gigga tímir ikki at reiggja ella lesa bók. Hon vil bara hava mammu. Men so kemur Labbi við bóltinum. Hann vil spæla.
Eg eri koronuvirusið (19)
Koronuvirusið hoppar millum fólk. Hvussu sleppa við undan tí? Lítla Sólja vil ikki vaska sær um hendurnar. Hvat hendir tá? Og hvat hendir, tá ið Sólja endiliga vaskar sær um hendurnar?
Mín dagur í vøggustovuni (23)
Eitt vøggustovubarn upplivir nógv hvønn dag, bæði gott og ringt. Talan kann vera um nógvar kenslur, snuddir, smíl og klemm, sum kunnu vera torfør at seta orð á ella vísa í tí aldrinum. Bókin er skipað rundan um 12 rím, ið fevna um støður, sum vit kenna aftur frá gerandisdegnum hjá lítla vøggustovubarninum.Til hvørt rímið eru nakrir spurningar og hugskot um ymiskar venjingar, ið er ætlað at vera grundarlag undir samrøðu og samansjóðing við virðing fyri einstaka barninum.
Tvístøða (34)
Framtíðin brosar móti Bartali, hann gleðir seg ósigiliga til at byrja ein nýggjan kapittul eftir lokið studentsprógv, tá lívið tekur hann við sær í einum brotasjógvi og noyðir hann at gera upp við partar av sínum fyrra lívi.















