Wolfgang
Sjálvnevnda plátan hjá Wolfgang er ikki bert ein vanlig tónleikaútgáva. Tað er eisini samanumtøka av søguni hjá kenda føroyska Hard Rokk bólkinum. Bólkurin kom fram sum partur av føroysku rokk-rørsluni í nítiárunum og skein bjart til ljósið sløknaði fyrst í 00’unum. Limir í bólkinum hava seinni sett teirra fingramerki á heimstónleikin við Týr og spælt runt landið í ymsum samanhangum. Vinarlagið millum limirnar og felagsskapurin í bólkinum hevur tó altíð verið har. Har sum hjarta var, var eisini Wolfgang! Plátan er ognað øllum góðum vinum, ungum vónríkum tónleikarum og øllum við stórum dreymum. Á plátuni eru 11 nýinnspæld løg, tey flestu nýggj, meðan trý av løgunum frá 90 árunum eisini hava fingið sítt pláss í nýggjum hami.
Sanglisti:
- I’m out
- Ice Cold
- Broken Heart
- No Way to Run
- Miracle Tonight
- There’s Always One
- Flames of Evil
- One Last Mile
- Flying High
- Hero
- We’re Gonna See…
Útgivið:á LP plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/wolfgang






