Sýrublað, LP

199,00 kr.

Rithøvundur: Guðrið Hansdóttir, Beinir Bergsson

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Sýrublað, LP

Frágreiðing:

Evni:

Teknari: Kirstin Helgadóttir

Tónleikari: Guðrið Hansdóttir

Forlag: TUTL

Útgávuár: 2026

Síður: 0

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10564

Vørulýsing

Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari síðan aldarskiftið og hevur latið 6 heildarútgávur frá hondum. Seinasta útgávan ”Gult myrkur” var kosin ársins útgáva og ársins tektur á FMA í 2023.

Sýrublað er sostatt sjeynda heildarútgávan hjá Guðrið, og tað er Høgni Lisberg, sum hevur framleitt útgávuna. Tónleikurin er ráur og glaður fólkapoppur við íblástri úr country, reggae og rokki. Guðrið sigur, at tónleikurin á útgávuni, er sum at býta í eitt sýrublað, hann er frískur, knasandi grønur og eitt sindur sýrutur.

Tað er Beinir Bergsson, sum hevur skrivað tekstirnar á útgávuni. Samstarvið kom upp í lag, tá tey tóku lósu ritlist og tónlist á Fróðskaparsetri Føroya. Tekstirnir snúgva seg um nærsambond, teir trupulleikarnar sum standa upp í einum parlagi. Tekstirnir leita til plantur og djór í Føroyum og royna at nýta hesi til at skilja parlagið á ein nýggjan hátt, tekstirnir spyrja, um parlagið og minnini saman broytast, um náttúran er við í mátanum, vit tosa við og um hvønn annan. Tekstliga verður sýrublaðið nýtt í útgávuni sum ein mynd upp á nakað, sum at síggja til er líkt fleiri øðrum bløðum, men tá tú bítur í tað, so kemur ein so óvæntaður, sterkur smakkur fram, og somuleiðis leita tekstirnir eftir hesum smakkinum í nærsambandinum millum tvey.

Tá Guðrið fór í holt við útgávuna var málið, at hon skuldi einans samstarva við listafólk, sum hon ikki hevði arbeitt við áður og at gera eina útgávu, har ið spæligleði, spontanitetur og kreativitetur skuldi skína ígjøgnum. Úrslitið er 9 løg, sum eru fjølbroytt og fara í ymiskar ættir, men reyði tráurin er tað ráa, ektaða og erliga. Ljóðuniversið er inspirerað av bólkum sum Big Thief, Sharon Van Etten, Jethro Tull, Fleetwood Mac, The Cardigans, Jeff Buckley og Jenny Wilson.

Sanglisti:
1. Detaljurnar
2. Sitrus
3. Oyralippan
4. Reyðir kjálkar
5. Loðbressan
6. Grús
7. Epoxyprimer
8. Vit bæði
9. Uttan meg

Útgivið:
á LP og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://gudrid.lnk.to/syrublad

Takk:
Ólafur Þórarinsson og børnini Rakul, Tóti og Louisa. Takk Beinir Bergsson, Kirstin Helgadóttir, Vár Samuelsen, Sanna Andrassardóttir Dahl, Jákup Zachariasen, Johan Hentze, Marianna Winter Nagata, Elinborg Pálsdóttir, Dania O. Tausen, Katrina Olsen, Uni L. Hansen, Karl Andrias Stórá og Ólavur Gaard.

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Guðrið Hansdóttir

(sang, gittar, blokkfloytu, omnichord, klarinett)

Høgni Lisberg

(trummur, bass, guitar, klaver, sang, OP-1, slagverk)

Marianna Winther Nagata

(kór á 1-5, 9)

Katrina Olsen

(kór á 4, 9)

Dania O. Tausen

(kór á 4, 9)

Jóhan Hentze

(trumpet og flugelhorn á 6)

Jákup Zachariassen

(steel gittar á 1-4, 8)

Uni Leitisstein Hansen

(útvarpsrødd á 6)

Framleiðsla

Høgni Lisberg

(lagt til rættis, framleitt, ljóðblanda, frumbanda)

Guðrið Hansdóttir

(lagt til rættis, framleitt,)

Kirstin Helgadóttir

(perma og myndir)

Stuðul

(Mentanargrunnur Landsins, Tórshavnar Kommuna, Føroyar-Koda grunnurin, Gramex)

TUTL

(útgivið)