, ,

Stjørnustundir í skugga (26)

Foreldrini fara frá hvør øðrum, og gongdin er hatsk og pínufull. Ringi hýrurin innanveggja órógvar sálarfriðin hjá børnunum. Griðstaðurin er hjá góðsligu ommuni úti á bygd. Har valdar friður og ein einfaldur gerandisdagur. Húsini bæði eru karmar um ta sálarligu órógv og ta rógv, sum skaldsøgan lýsir.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Skriftstøð, yrkingar

Fleiri av yrkingunum eru dreymakendar og onkrar eru beinleiðis dreymayrkingar, og javnan spælir skaldið sær við viðurskiftunum ímillum subjekt og objekt. Einastaðni kjakast hann við veggin hjá sær, sum vil verða við, at hann treingir til at fáa nakrar aðrar myndir hongdar á seg og annan lit. Spælið við orðum, og hvat er hvat, er altíð frammarlaga, og einastaðni hevur eitt skip fingið eitt kvæði um skrúvuna,og yrkingin endar við, at eg'ið heingir nøkur kvæðaørindir upp at ræsa.

178,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Havfrúgvin, leikrit

Hvat hendir tann dagin, tá ið fiskimenn fáa eina havfrúgv í trolið? Hvat gera vit, tá ið tann framkomna vinnan brestur saman við ævintýrinum, hugflognum? "Havfrúgvin" er nútíðarleikur um kærleika, dreymar og líkasælu, har sambond knýtast og slitna, og lívið fer sína kós.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fílurin, sum so fegin vildi sovna

Fílurin, sum so fegin vildi sovna, er tann leingi væntaða onnur bókin, ið nýtir sálarfrøðiligar hættir at fáa barn títt at sovna, og sum verður róst av foreldrum, ið hava roynt hana. "Enntá betri enn Kaninin, sum so fegin vildi sovna." "Gott við einari at skifta við." "Nýtist bara at lesa nakrar fáar síður, so havi eg eitt sovandi barn." "Ein nyttulig bók heima hjá okkum."

126,00 kr.
Legg í kurv
, ,

AVE, fløga

10 løg

149,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Terji, fløga

10 løg

149,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

T.O.S., fløga

10 løg

149,00 kr. v.mvg
Legg í kurv