Á griksku oynni hjá Tsatsiki er onki sum fyrr. Pápi Høgguslokkafiskarin skyldar bankanum pengar og ætlar at selja bæði olivinviðalundina og hotellið. Tað má bara ikki henda!Tsatsiki og Alva verða vinir. Alva hevur nógv góð huskot og er ikki bangin fyri nøkrum. Og so er hon við upp á alt. Men tá ið Per Hammar (Hamarin) knappliga kemur, verður galið.
Hví skal Malla altíð gera, sum tey vaksnu siga. Rudda, skunda sær og eta døgurða, tá ið hon heldur vil spæla? Má tað vera so? Kann tað ikki vera øvugt? JÚ! Malla fær gjaldskortið hjá mamuni við kodu og tí heila. Nú skulu mamman og pápin gera, sum Malla sigur, tí í eina heila viku er tað hon sum ræður! Hvat tey skulu eta. Nær tey skulu í song og upp um morgunin. Hvat er loyvt og ikki. Ja, stutt sagt ALT. Tað má vera paradís á jørð – ella?
Ein eldri kvinna, sum býr í eini íbúð undir Kongavarða, sigur seg hava hoyrt, at maðurin í granníbúðini er blivin dripin. Advokatvirkið, sum eigur íbúðina, sigur, at eingin hevur búð í henni tað seinasta árið. Kvinnan stendur uppá, at hon kendi mannin væl, og at hann nú er horvin. Hannis Martinsson fer at kanna málið.
Hetta er skemtileikur í trimum pørtum. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt. Leikurin varð fyrstu ferð leiktur á Velbastað í 1930. Í Havn varð hann framførdur árið eftir, og seinni hevur hann verið spældur í fleiri bygdum.
Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðar tekstir. Høvuðsevnini eru sveiggj, aldur og elektroniskar hentleikar, evnafrøðilig framleiðsla og dálking, elveiting í samfelagnum og atom og geisling.
Kavarin hekk fastur. Blýbeltið var komið um eitt skrúvublað. Hann royndi at førka seg eitt sindur aftureftir, so hann fekk smoygt beltið av blaðnum. Tá hoyrdi hann ljóð innan úr skipinum. Motorurin bleiv startaður, og hann royndi sum ein óður at gera seg leysan. Tá fór skrúvan at mala, og hann mól við.
Bókin er skrivað yvir fleiri ár.Hon byrjar í 2009 og endar í 2016. Hon er sett saman av dagbókabrotum, sangum, matuppskriftum, men serliga av frásøgum um, hvussu tað er at liva sum ung kvinna við autismu.Hvørjar avbjóðingar kunnu vera, og hvussu trupult lívið kann vera. Hon er eisini um alt tað positiva í lívinum, kærleikan til familjuna, hjálparfólk, sum Birita er blivin góð við, tónleikin, bøkurnar, handarbeiðið.
Í 1589 verður Magnus Heinason dømdur til deyða og avrættaður í Keypmannahavn. Men rumblið um hann heldur tí fram. Árið eftir verður deyðadómurin ógildaður, og Christoffer Valkendorf verður stillaður til svars fyri deyða Magnus Heinasonar. Valla er nakar í Føroya søgu, ið er so umstríddur sum Magnus heinason. Var hann ein hetja, ið bleiv offur fyri einum dómsmorði- ella var hann ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið?