Múrurin
Øll hesumegin múrin, har Josva býr, vita eitt: múrurin ger, at tú kennir teg tryggan. Tú mást ikki fara yvir á hina síðuna. Josva skýtur fótbóltin inn á eina byggigrund og kemur fram á ein loyniligan tunnil. Bølamyrki tunnilin fer allan vegin inn undir múrin og yvir á forboðið øki, har hann ikki eigur at fara.Tá ið Josva kemur upp í dagslýrið hinumegin múrin, broytist lív hansara fullkomuliga.Ein trettan ára gamal kann ikki bróta ein múr niður,men hann kann so nógv annað.
Pax 7, Pestan (38)
Ver ikki bangin fyri heksum. Serliga ikki henni innan í tær. Fleiri og fleiri í Marifred leggjast sjúk við løgnum sjúkueyðkennum. Er tað Pestan, sum er komin? Familjan hjá Alva og Viggo verður eisini rakt og drigin inn í eitt stríð móti klokkuni fyri at finna eina loysn. Samstundis ætlar Iris at avdúka, hvør Svartheksin er. Haraftrat luktar hon av rotnum líki...
Tá ið skrubban fekk heilaskj.
Við eitt verður skrubban syft upp úr dýpinum og endar við einum klamsi á onkrum, ið er hart sum grót. Hon heldur seg hoyra onkran rópa, men hon er púra í ørviti. Tá ein løta er farin, heldur hon seg síggja okkurt reytt, og hon kennir tað, sum fær hon ikki luft. Skrubban veit ikki, hvar hon er.
Ævisøga- Dagbók- Brøv
Ævisøgan, er søgan um ein sjálvan, sum ein annar skrivar. Eg vildi skriva um ein annan, men hann var eg.Eg helt fram við dagbókini, sum er skrivað til sín sjálvs! Hon skal ikki hava nakran lesara. Hon er privat. So skrivaði eg brævið, sum vendir sær beinleiðis til ein annan, bara ein. Eg hevði skrivað til mín sjálvs í dagbókini, og so vaks „tú“ fram. Brævið er ein tú-bók, og henda bókin er ein bøn.
Tann lítli drongurin og beinag
Eftir at pápi var deyður, dugdi eg ikki at seta orð á mína støðu, men royndi kortini. Eg varð noyddur at lýsa meg sjálvan sum okkurt annað; alt annað var ov torført.Summar dagar var eg eitt svart hol, aðrar dagar hevði eg einki heiti,og av og á var eg krabbameinið, ið drap pápa.Eg hevði eisini krabbamein, men eitt øðrvísi slag. Eingin sá, at eg var sjúkur, uttan eg.Mítt krabbamein hevði nøkur ávís eyðkenni. Tað skapaði fleiri svørt hol í mær. Tað hvarv og kom aftur, áðrenn eg visti.
Tíggjundi maðurin
Í seinna heimsbardaga í Fraklandi verða nakrir menn tiknir og tveittir í eina fangalegu.Ein dagin sigur týski fangavørðurin við teir,at tríggir teirra verða skotnir í lýsingini,og teir skulu sjálvir gera av,hvørjir teir tríggir skulu vera.Teir kasta lut,og múgvandi advokaturin Chavel verður ein teirra.Men heldur enn at geva seg undir lagnuna selur hann ognir sínar til ein annan fanga,tann blóðfátæka Janvier.
Tær bestu (20)
Hesar stuttsøgurnar eru allar meistaraverk. Kjell Askildsen hevur sagt, at hann er langrøkjutur, skrivar tepurt og knapt, oyðslar ikki við orðum. Hvør einstakur setningur lokkar sítt framhald fram. Hann kennir ikki søguna frammanundan, men letur ein setning taka annan setning við sær, og soleiðis sprettur søgan.
Kepler62, Niðurteljing 2
Maria er dóttir ein ovurríkan vápnaseljara.Hon má hava heimaundirvísing, tí pápin er lívræddur fyri, at hon skal verða rænd.Mariu leingist burtur frá lívinum við tveimum tænarum í einum herðskapshúsi.Eftir at hava goldið fyri at sleppa at spæla tað ómøguliga Kepler62-spælið, fær hon eini løgin boð.Er hon veruliga útvald til at sleppa við á eini rannsóknarferð út í rúmdina?Og kann hon angra,tá hon hevur sagt ja?
Kepler62, Innbjóðingin 1
Ari og beiggin Jóni royna at fáa hendur á telduspælinum Kepler62. Tað ganga søgur um tey fáu, sum hava klárað spælið, at tey verða tikin av einum loyniligum felagskapi, og at tey skulu ferðast til eina ókenda eksogongustjørnu. Er tað sannheit? Ella hevur einræðisstjórnin heilt aðrar ætlanir? Teir skriva aðruhvørja bók. Innbjóðingin og Niðurteljing eru tær báðar fyrstu bøkurnar í røðini. Be part of the story
Rokning 4a, Grundbók
Rokning 4a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Holið
Ein nýggjur tunnil bindur ta avbyrgdu bygdina Fjallvík saman við restini av landinum.Men hvat kemur burtur úr tí svarta tunnilsholinum?Framburður og vælferð, lova politikararnir.Synd og ógudiligheit, ávarar pápi Dávid. Dávid veit ikki, hvat hann skal halda.Hann er ein serligur drongur, sigur mamman. Onnur kalla hann yvirklókan.Tíbetur eigur hann ein stórabeiggja, Pætur sum ansar eftir honum. Men hvat nú, um Pætur rýmir gjøgnum tunnilin,burtur frá honum...?
Fuglaplakat, Títlingskongur-A5
Plakatirnar eru prentaðar í sambandi við Fuglabókina eftir Mikkjal á Ryggi.
Fuglaplakat, Lundi - A5
Plakatirnar eru prentaðar í sambandi við Fuglabókina eftir Mikkjal á Ryggi.















