Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst
Triðja bindið í bygdasøguni Nes, Toftir, Saltnes er ein ættarsøga burturav. So at siga øll, sum hava búð í hesum trimum bygdunum í Nes kommunu, eru umrødd ella nevnd í ættarbindinum. Ættarsøgan er bygd upp hús fyri hús fram til 1960. Ein kapitul er harumframt um tær vanlukkur, sum eru hendar millum ár og dag á Nesi, Toftum og Saltnesi.
Hesin leikurin nevnist upprunaliga “Søstrene paa Kinnekullen”. Hann er skrivaður í 1849, kom týddur til føroyskt út fyrst í 21. bindi av “Varðanum”, 1941, síðani sum serprent í 1952. Hesin leikurin nevnist upprunaliga “Søstrene paa Kinnekullen” Leikurin varð fyrstu ferð framførdur í Føroyum í 1934. Tað var í Sjónleikarhúsinum í Havn; seinni hevur hann verið framførdur m.a. á Eiði í 1940 og 1968, í Vági, Klaksvík, Fuglafirði og Gøtu.
Tá ið nýggi drongurin í flokkinum, Wilhelm, skjýtur eina frikadellu, so hon endar í hárinum á Foxy, er ongin ivi: hetta er ein krígsavbjóðing. Foxy, sum fær hjálp frá sínum besta vini Mikkjali, noyðist nú at finna uppá, hvussu hon skal hevna seg fyri at vinna kríggið. Men tá hon fer at njósnast eftir Wilhelmi, gerst hon var við ein stóran loynidóm, sum gevur frikadellukrígnum heilt aðra vend.
Julia skal sova hjá ommuni og abbanum í gula húsinum við viðarlundina. Julia fortelur fyri ommuni, at hon noyðist at brúka blæu um náttina, tí at hon pissar í song. Omman sigur, at tað skal hon einki leggja í.
Darkus trýr ikki sínum egnu oyrum, tá ið eitt risastórt skordýr dettur niður úr buksubrókini hjá hansara ræðuliga nýggja granna. Tað er ein stór klukka - og hon tykist at vilja siga honum okkurt. Men hvussu kann ein drongur vera vinur við eina klukku? Og hvat hevur ein klukka at gera við, at pápi hansara er horvin, og at hann í somu løtu verður varur við Lucretiu Cutter og hennara alsk til ótýdligar, skríðandi smúkkur?
Sýni & Dýpi 2 er onnur bókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað øðrum ári í trý ára A-stigi. Bókaheildin er upprunaliga givin út sum netborin sBók, og pappírsútgávan er ein skerd útgáva. Bókaheildin er í tveimum pørtum. Í fyrra partinum, Sýni 2, eru ástøði og kunning um mál- og bókmentasøgu fram til ár 1900 umframt partar um málpolitikk og samansettar tekstir. Í seinna partinum, Dýpi 2, er tekstasavn, sum er skipað eftir tíðarskeiðunum í bókmentasøguni í Sýni 2.
Í bókini, Veður, fært tú nógv at vita um veðrið, til dømis hvussu tung skýggj kunnu verða, hvussu hiti verður máldur. hví toran brakar og buldrar, hví tað er kaldari uppi í fjøllunum enn við sjóvarmálan og mangt, mangt annað.
Søgan um Katrina í Toftum byggir á søgnina, Katrin í Toftum; søgnin er út Hósvík frá seinast í 18. øld.
Pól og Ninus sova hjá abba og ommu. Abbi, koyr meg heim til mammu. Ninus vil heim í sína song.
Mina er glað og hevur tað gott á trøðni, har hon býr saman við Æsu og lombum hennara, men tað er bara eitt, sum hon hugsar um. Æsa, eri eg eitt lamb? spyr hon.
Visti tú, at kettur sova tvær ferðir so nógv sum tú? At kettur hava fimm tær á framlabbunum, men bara fýra á afturlabbunum, og at hvítar kettur við bláum eygum eru næstan altíð deyvar? Tað er deiligt at tosa við kettuna hjá sær og kína henni. Men tað er eisini stór ábyrgd at hava kettu. Og tí mást tú vita, hvussu tú skalt ansa og taka tær av henni, so hon hevur tað gott.
Visti tú, at chihuahua er minsta hundaslagið, sum er til? At tevið hjá hundum er fleiri hundrað ferðir betri enn títt, og at tað eru hundar, sum ikki duga at goyggja? Tað er stuttligt at spæla við hundin hjá sær og læra hann ymisk kynstur. Men tað er eisini ein stór ábyrgd at hava hund. Og ti mást tú vita, hvussu tú skalt ansa og taka tær av honum, so hann hevur tað gott.