Flaggsøgan - Merkið, MP3
Søgan um føroyska flaggið.
Bør Børson, MP3
Skemtilig søga um fátæka bóndadrongin, sum við sviki kemur sær fram sum stórhandilsmaður í Oslo í tíðini fyri fyrra heimsbardaga.
Fuglarnir, MP3
Lýsing av einum evnaveikum manni, Mattis, ið er um 40 ára aldur, og systur hansara, Hegu, ið hevur hann búgvandi heima.
Tsatsiki og olivinkríggið, MP3
Á griksku oynni hjá Tsatsiki er onki sum fyrr. Pápi Høgguslokkafiskarin skyldar bankanum pengar og ætlar at selja bæði olivinviðalundina og hotellið. Tað má bara ikki henda!Tsatsiki og Alva verða vinir. Alva hevur nógv góð huskot og er ikki bangin fyri nøkrum. Og so er hon við upp á alt. Men tá ið Per Hammar (Hamarin) knappliga kemur, verður galið.
Mennandi sálarfrøði, MP3
Bókin byggir á ástøði í positivari sálarfrøði, menningarsálarfrøði og neurosálarfrøði. Hon gevur boð upp á, hvussu til ber at arbeiða øðrvísi við sálarheilsu og trivnaði í verki og harvið betra trivnað og sjálvsvirði hjá børnum og ungum – geva teimum
Kristni 5, MP3
Bókin heldur fram, har hin fyrra, Kristni 4, slepti. Bókin til fimta flokk er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina góða og livandi breidd í lærugreinini.
Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo ? MP3
Vinirnir Hugo, Ravnur og Tóa hava úr at gera. Tey skulu hjálpa Paol, sum hevur sína dagligu gongd á vertshúsinum Deyðu rottini. Paol hevur mist vinin, hundin Skjálm, og fyri at hann skal gloyma sorgina, mugu vinirnir finna honum okkurt at takast við.
5 Lyklar, MP3
Men tað gleðiliga er, at sama hvussu lívið hevur verið,so hevur tú ræði á tær sjálvum soleiðis,at restin av lívinum kann verða tað besta í lívinum.
Herviligi Henry og sombivampýrurin (75)
Søgurnar í bókini eru: Herviligi Henry skrivar eina søgu, Herviligi Henry og Bert Berarvørur, Herviligi Henry og svaki professarin og Herviligi Henry og sombivampýrurin
Herviligi Henry og Andskræmiligi kavamaðurin (75)
Søgurnar í bókini eru: Herviligi Henry og Andskræmiligi kavamaðurin, Regndagurin hjá Herviliga Henry, Fríðkanarstovan hjá Droyu Drós og Herviligi Henry og høvundavitjanin
Drúgva ferðin, Bind 2 (12)
Tá ið fyrri veraldarbardagi brast á, og høvundurin varnaðist alla týningina og sá, hvussu vesturlendska siðmenningin syndraðist, gjørdi hann av at skriva sína egnu útgávu av skapanarsøguni, og hvussu siðmenningin hevur tikið seg fram. Hvør partur lýsir tann virkisfúsa einstaklingin og seiggið í honum. Hann verður rikin fram av einihvørjari úttrá og stremban eftir onkrum meira og øðrvísi, og soleiðis setur hann ferð á menningina. Hesin einstaklingurin er altíð mannfólk.
Drúgva ferðin, Bind 1 (14)
Tá ið fyrri veraldarbardagi brast á, og høvundurin varnaðist alla týningina og sá, hvussu vesturlendska siðmenningin syndraðist, gjørdi hann av at skriva sína egnu útgávu av skapanarsøguni, og hvussu siðmenningin hevur tikið seg fram. Hvør partur lýsir tann virkisfúsa einstaklingin og seiggið í honum. Hann verður rikin fram av einihvørjari úttrá og stremban eftir onkrum meira og øðrvísi, og soleiðis setur hann ferð á menningina. Hesin einstaklingurin er altíð mannfólk.
babba/mammubørn
Svenska yrkingasavnið pappa-mamma-barn, ið hevur fingið góða móttøku og nógva umrøðu bæði í Svøríki og Danmark, har tað eisini er komið út, er nú útkomið á føroyskum. Yrkingasavnið eitur eftir barnaspælinum, ið oftast verður kallað mammubørn á føroyskum. Men her er pápin settur frammanfyri, babba/mammubørn, tí her eigur hann sjónarhornið.Savnið snýr seg nevniliga um at gerast pápi.
Træhúsið í 52 hæddum (28)
Andy og Terry búgva í heimsins kulasta træhúsi! Teir hava smíðað eitt sindur, og nú hevur træhúsið: Ein skúla fyri sniglavenjing. Eitt slangu- og stigaspæl í veruligari stødd - hjálp! Og eina hátøkniloga detektivstovu, sum er heppið, tí vit hava eitt stórt loyndarmál at loysa ... Hvar er hahha Stór Nøs???
Træhúsið í 39 hæddum (26)
Andy og Terry búgva í heimsins kulasta træhúsi! Teir hava smíðað eitt sindur, og nú hevur træhúsið: Eitt virkið gosfjall at snerkja skúmbitar uppiyvir. Stólar við jetmotorum ... so teir kunnu rýma undan trantaknúsaranum! Og heimsins mest ræðandi russjibana! Um Stupido professari, mætasti óuppfinnari, ikki óuppfinnur alt ...
Vinaliga bd. 1 + 2 (2)
Teir vóru skemtiligir, heimspekiligir, politiskt tilvitandi og dugdu sjaldsama væl at skriva. Teir vóru víðskygdir og alt annað enn heimføðisligir. Teir vóru góðir við sínar landsmenn, men høvdu lætt við at grína at okkara veikleikum. Í brøvunum teirra millum síggja vit alt hetta. Hvussu hesir ungu menninir hugsaðu, hvat teir ætlaðu, og hvussu lívið legnaði seg frá 1920 – 1938, er alt lýst í brøvunum. Inniliga, persónliga, stuttliga og væl hugsað.















