Bókin um Hans Andrias er ein bókmentalig ævisøga. Í hesum liggur, at høvuðsdenturin er lagdur á at umrøða og viðgera skaldsins bókmentaligu tekstir og - í summum førum – kanna eftir, um ævisøguligar upplýsingar kunnu varpa ljós á einstakar teirra.
In addition to taking you to stunningly beautiful places in the breath-taking countryside of the Faroes, this book introduces you to the fascinating people living on these remote islands. The Faroese are shaped by the harsh environment in which they have managed to survive for centuries thanks to impressive creativity and innovative skills. Today, they are shaping Faroese society, which is thriving economically as well as culturally.This is not an ordinary tourist guide. It´s something much more
Ein abbi, Gottfrid, ætlar at rýma av sjúkrahúsinum til plássið, har hann hevði havt sína eydnuríkastu tíð í lívinum. Abbasonurin, Lítli-Gottfrid, kemur til hjálpar. So fara teir út á sítt síðsta ævintýr saman. Ulf Stark (1944-2017) er ein av best umtóktu barna- og ungdómsbókarithøvundunum í Svøríki hevur skrivað, og myndprýtt hevur ALMA-vinnarin, Kitty Crowther.
Mariam (17) býr í Aleppo. Foreldrini eru ikki til longur. Nú hevur sjúki beiggin, Luka, brúk fyri læknahjálp. Mariam ger av at flýggja úr Sýria til Turkalands og haðani víðari til verðins besta land. Tá ið eg súkkli heim, undrist eg á, um hetta man vera besti dagur í lívinum. Onkran dag mugu vit rokna sum besta dag í lívinum. Um nú okkurt ringt skuldi hent okkum, so mugu vit hava tann dagin inni í okkum. Eg havi fyri fyrstu ferð kallað Nizar "habibi". Góði. Tað er hendan dagin."
Býarbókasavnið 50 ár – Brot úr søguni er eitt minnisrit um Býarbókasavnið í Havn, sum 5. apríl 2019 hevði 50 ára stovningardag. Ein spennandi og til tíðir skemtingarsom og undrunarverd frásøgn um eitt bókasavn mitt í havnargøtum, sum hevur verið so mongum havnarborgarum og øðrum við eitt serstakt stað, og sum hevur ment seg til tað nútímans bókasavn tað er í dag.
Mynd úr bókini Luddi & Lundisa spegla sær
Mynd úr bókini Luddi & Lundisa spegla sær
Mynd úr bókini Luddi & Lundisa spegla sær
Mynd úr bókini Luddi & Lundisa spegla sær
Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi. Tær hyggja niður í sjógvin og síggja, hvussu spegilsheimurin letur seg upp fyri teimum.
Skaldsøga um manningina á sluppini Ørnini undir fiskiskapi í Íslandi og heima millum túrar. Um handil, stættastríð, átrúnaðarligar rembingar og kærleika á bygd og í bý í tríatiárunum.
Skaldsøga. Um drongin Høgna og uppvøkstur hansara i einari føroyskari bygd í 1920-árunum. Mamman er hørð av sær, og Høgni droymir seg ofta burtur úr gerandisdegnum.
Ein kvinnuligur rithøvundur kavar inni hjá tveimum deyðasjúkum monnum. Teir eru brøður og argastu fíggindar. Av berari øvundsjúku bíða teir hvør í sínum lagi eftir at hin skal doyggja fyrst.
Skaldsøga um manningina á sluppini Ørnini undir fiskiskapi í Íslandi og heima millum túrar. Um handil, stættastríð, átrúnaðarligar rembingar og kærleika á bygd og í bý í tríatiárunum.
Skaldsøga. Um unga drongin Høgna og lív hansara sum sjómaður. Høgni mennist og fær at enda Gunnvá, sum hann hevur droymt um frá barnsbeini av.
Um brøðurnar Leyvuhjarta, sum eftir deyðan búgva í Nangijala. Har skuldi verið gott at verið, men valdsharrin Tengil ræður fyri borgum.