Prædikarin, MP3
Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyðu fyri tjúgu árum síðani. Tá blivu skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini. 300 bls. 2013
Heljarportur, MP3
William Hammer er blivin sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna.Fær bara at vita,at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki,og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond,so kann hann veita teimum hana.Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann.William er fullkomiliga líkaglaður,tí eftir at unnustan hjá honum og komandi barnið blivu sprongd í luftina, ger einki honum mun.
Úr ymsum heraðshornum (28)
Í hesi krýnikuni eru nógvar spennandi frásagnir frá hendingum og stríðum í 1970unum.Eitt nú var politiskt stríð millum útróðrarmenn og landsstýrið, sum endaði við tiltikna útróðrar-verkfallinum í 1975.Fiskaprísurin var farin nógv niður av oljukreppuni, og útróðrarmenn vóru ikki nøgdir við eina heildarloysn hjá landsstýrinum. Frásøgn er frá stríðnum um “Mortan Mols”, sum landsstýrið vildi keypa til suðuroyarsigling og uttanlandssigling. Og ymiskar hendingar.
Rokning 6, Hálvárs- og heilársroynd
Hálvársroynd og heilársroynd til Rokning 6, sum er bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum.
Leikrit 30, Myrking
Hans Marius Ejdesgaard (1887-1966) ættaður úr Oyndarfirði skrivaði leikin “Ein myrking”. Hann er prentaður í sekstan brotum í “Føroya Socialdemokrati” í 1937. Sama ár kom hann út savnaður í bók. Leikurin viðger gerandishendingar í tríatiárunum í einari miðalstórari bygd.
Rokning 6a, Javnbók
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Gummi Tarzan, MP3
Gummi-Tarzan er ein heit og skemtilig søga um dreingin Ivan Olsen. Alt hjá Ivani miseydnast - at leypa bujj í fimleikatímanum, at klintra í trøum, at sparka fótbólt, at spýta langt-so hann verður eymýgdur og happaður í skúlanum. Pápin hevur ikki nógva virðing fyri honum. Men so møtir Ivan eini rættiligari gandakelling og fær eftirlíka øll síni ynski. Ivan verður ein rættur Tarzan í ein dag. Tað gevur honum møguleikan at hevna seg. Men er tað nú loysnin?
Rúmd og yvirflati, plakat
Plakat til undirvísingina í støddfrøði í miðdeildini. Serliga væl egnað til Rokning 6a og Rokning 6b.
Fitta kiskan (20)
Lítla barnið sær eina kisku. Sum hon er fitt! Kiskan ger so nógv stuttligt og er so sera mjúk.
Bardagin um Salajak (18)
Høgt uppi í norðri, í fjallaborgini Salajak, vaknar kongliga vittruliðið og strekkir sínar veingir út eftir vetrardvalan. Teimum leingist eftir kjøti, feskum kjøti … Samstundis rýma tríggir beiggjar av garði sínum fyri at fara í part við herin, sum skal steðga óndu gerðunum hjá vittrunum. Ein ferð, sum førir teir móti tí botnleysu avgrundini aftan fyri Salajak, har gudinnan Hel hevur valdið - Jarmaland.Svøríki í 1300-talinum - ein tíð við kríggi og valdsstríði.
Høgni verður ein høsnarungi
Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. Hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum: eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning … Tað er bara tað, at tað bara hendir, tá ið hann er stúrin, og beint nú hevur Høgni nógv at stúra fyri: beiggjanum (sum liggur á sjúkrahúsi), Foreldrunum (sum eru frá sær sjálvum av ótta) og- Foreldrunum (sum eru frá sær sjálvum av ótta) - Og fortreðgeraranum í skúlanum (sum hevur valt sær Høgna sum syndabukk).
Sneisamaður (20)
Sneisamaður býr í familjutræ við konu og børnum, sig so tað. Men ein dagin, tá ið Sneisamaður fer út at renna, verður hann vavdur inn í ein meldur av hendingum, sum føra hann langt burtur frá familju síni í familjutrænum. Kemur hann heim aftur til jóla? Til alla lukku fær hann hjálp frá einum heldur óvæntaðum persóni. Rørandi, stuttligi og ógvuliga sermerkti Sneisamaðurin hevur verið til stóra gleði hjá børnum kring heimin. Njót hesa klassisku søgu, sum ber upp á rím.
Gronuta mariuhønan (24)
Gronuta mariuhønan er altíð í ringum lag. Henni dámar ikki at siga takk fyri ella Kann eg fáa, hennidámar heldur ikki at geva nøkrum nakað, og hon heldur, at hon er betri og størri enn hini. Í søguni um Gronutu mariuhønuna lærir barnið um tíð, støddir, skap og siðir. Ver við á ferðini, tá ið marihønan møtir dýrum, sum eru størri og vandamiklari enn hon.















