Við hagayvirliti vísandi hagastødd, áseyðatal, seyðamark, eigarar/festarar/røktarar og hagakort umframt vísandi: tær 85 markatalsbygdirnar og 481 matr. hagarnar í tølum vístar á kortum við áseyðatali og pr. mørk og pr. km² allar viðkomandi lógir og kunngerðir fjallatindar í Føroyum flokkaðar eftir hædd og eftir oyggj og í hvørjum haga teir liggja og hvør stendur fyri haganum forvitnislig grein hjá Eyðfinni Magnussen um føroysku haruna og veiðitøl v.m.
"Tað er eingin orsøk at liva sum fátækafólk, um tú hevur ráð at liva sum greivi," helt Guðrun fyri. Skaldsøga Húsfrúgin í Húsavík byggir lutvíst á hugflog og lutvíst á skjøl, eitt nú Húsavíkarbrøvini, frá 14. og 15. øld.
Hugtakandi søga um ein tólv ára gamlan drong og besta vin hansara - tomu vaskibjørnina Knassa.
Hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Tú hugsar kanska sum Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey, chill, men tá tú veruliga, veruliga hevur fingið nokk av bullshitinum? Hvat tá
Í hesum bóklingi eru nýggj mynstur og leiðbeiningar til átta altardúkar, fýra broderaðir altardúkar, ein heklaðan altardúk, ein bundnan altardúk og tveir altardúkar, sum eru seymaðir í klútaseyming (patchwork).
Koronuvirusið hoppar millum fólk. Hvussu sleppa við undan tí? Lítla Sólja vil ikki vaska sær um hendurnar. Hvat hendir tá? Og hvat hendir, tá ið Sólja endiliga vaskar sær um hendurnar?
Bókin er um føroya elsta yrkisfelag sum fer um tey 125 árini.
Neyðugt er at sigla er 100 ára søgan hjá Føroya elsta yrkisfelag. Men hon er eisini meir enn tað. Frásøgnin er tvinnað saman við søguna um føroyska skipsfiskiveiði yvirhøvur, sum bara hevði fá ár á baki, tá felagið varð stovnað 4 januar 1896.
Hugsar tú nakrantíð um, hvussu heimurin er skaptur? Hvør hevur skapt allar litirnar og øll djórini? Hvør hevur myndað skýggini? Tað er Gud, sum hevur gjørt alt tað, sum vit kunnu síggja og meir enn tað! Les bókina og finn út av, hvat annað hann hevur skapt!
Bóklingurin tekur støði í frálæruni hjá Vaksa, sum bjóðar dygdar frálæru í empatigrundaðari meditatión, persónligari menning og mindfulness. Fluffy hevur sítt upprunastøði í meira enn 10 ára longum arbeiðs- og lívsroyndum. Bóklingurin hevur sítt akker í 35 ára longum frálæruroyndum í sinnisvenjing, djúpsálarfrøði, empatigrundaðari meditatión og mindfulness.
Leivur Guttesen livdi frá 1929 til 1997, var havnarmaður og sonur Jens Christian (Kisan) og Johonnu Guttesen.Hann var íðin og dugnaligur tónleikari og sangari.Hann skrivaði eisini løg og legði tey til rættis fyri kór og fylgispæl.Tað eru hesi løg,sum verða sýnd fram í bóklinginum.
Paulina M. K. Eliasen hevur gjørt eitt stórt siðsøguligt arbeiði at skráseta kirkjuklæði í øllum kirkjum og bønhúsum í fólkakirkjuni: tað søguliga, hvør hevur gjørt klæðini, hvussu gomul tey eru, hvussu tey eru gjørd og hvussu tey verða nýtt. Nógvar frálíkar myndir lýsa vakra handverkið, sum er eitt satt prýði í kirkjunum kring landið.