Gívraskúlin 2- Gandakortið
Myrkursins gívur hevur tikið Flosa. Asta og Ravnhild hava funnið kortið yvir portrini í skúlanum, so tær sjálvar kunnu fara eftir Flosa og fáa hann leysan. Men skúlastjórin heldur eyga við teimum. Tær mugu tí ansa sera væl eftir, um tað skal eydnast teimum at finna ein nýggjan veg inn í heimin hjá myrkursins gívrum. Hvat er tað, sum gongur fyri seg í Gívraskúlanum?
Gívraskúlin er ein røð um vinalag, gand og myrk loyndarmál.
Bøkurnar kunnu verða lisnar sum sjálvstøðugar bøkur.
Stinkandi fakta
Finnast dýr og skordýr, sum brúka ringan lukt at ræða við?
Etur nakar mat, sum stinkar?
Lukta tínir prumpar betur enn prumpar hjá øðrum?
Og torit tú at gera eina prumpi-roynd?
Í bókini finnur tú svarini og eina trupla roynd.
Stuttligir spurningar um dýr
Hvat dýr er í vanda fyri at doyggja, tá ið tað fer á ves eina ferð um vikuna?
Hvat er heimsins mest eitrandi dýr?
Hvat dýr hevur fýrakantaðan kukk?
Svarini finnur tú í hesi stuttligu bókini.
Handbók fyri superhetjur 11, Stórskálkar
Um vit kunnu gera mistøk, kunnu vit eisini gera góðar gerðir. Lisa fær seg næstan ikki at trúgva tí: Omman og Karolina eru eisini superhetjur! Og tað eru tær, sum hava skrivað Handbók fyri superhetjur! Men áðrenn Lisa fær tær um meira, verður handbókin stolin. Nú má hon stríðast fyri at finna hana - Um bókin endar í skeivum hondum, so verður heilt galið! Samstundis fær Volfgang eitt tilboð, sum broytir hansara lív... Handbók fyri superhetjur er væl umtókta røðin úr Svøríki. Hetta er ellivti partur um superhetjuna, Reyða skortin og hennara vinir.
Krypto 7. Eldhav
Ofelia og Bernard kunnu endiliga taka sær av løttum eftir nógvar vandamiklar ferðir. Men friðurin varir ikki leingi. Tá Ofelia missir tað kærasta, hon eigur, má hon aftur á eina vandamikla ferð til Fingalsoy. Og á ferðini eru vandar bæði uppi yvir og undir vatnskorpuni. Og ofelia kemur fram á eitt hús, sum tykist sera, sera kent...
Eldhav er sjeynda bókin í røðini Krypto.
Bakið á pápa
BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann kortini berjist fyri at verða partur av. Ein vaksin sonur, sum kemur til sættis við, hvør pápi hansara var og bleiv.
Hetta er stór og djúp skaldsøga, eym, myrk um ætt og kærleika, sum tekur teg á búri, um drong og mammu hansara, sum bæði eru knýtt saman av einsemi – einum einsemi, ið gongur í arv.
Søgan um barndómin hjá pápanum, er grundað á gomul skjøl, brøv og myndir, sum lógu eftir hann. Pápin veksur upp í Egyptalandi, hjá fremmandafólki í útjaðaranum í Oslo, á kostskúla í Genève, á hotellum ymsastaðni í Evropa, sum stevnir beint inn í eitt heimskríggj.
Fyri skaldsøguna fekk Niels Fredrik Dahl Bókmentaheiðursløn Norðurlanda í 2024.
Half Wild, mp3
Um innihaldið
Nathan Byrn er hálv hvítheks … hálv svartheks. Mamman var lekjari … pápin var drepari. Eingin vil hava hann … øll jagstra hann. Hann dugir ikki at lesa, men hann dugir at lekja seg sjálvan aftur. Hann hevur verið hildin í búri, síðan hann var fjúrtan ára gamal. Hann hatar hvítheksir, men elskar Annulisu, sum er hvítheks. Hann noyðist at rýma og finna Mercury, svartheksina, sum etur dreingir. Og tað má hann gera, áðrenn hann verður seytjan ár. Hvítheksir jagstra hann. Svartheksir hata hann. Gávan, hann fekk frá pápa sínum, er ein nýggj megi, hann ikki hevur tamarhald á. Hann má finna gentuna, hann elskar, sum kanska hevur svikið hann. Í einum kríggi millum svart- og hvítheksir, har trúfesti hansara er tægað sundur millum báðar partar, kundi størsta hóttanin móti honum verði Nathan Byrn sjálvur.
Fermloggur - at ganga til (46)
Fermloggur er ein eggjan til:
At vera virkin, meðan gingið verður til - við egnum tonkum og hugleiðingum.
At taka virknan lut í kirkjulívinum.
At taka lut í trúarvenju og at geva trúnni góðar ræsur heima saman við familjuni.
Leo og klumpurin í búkinum
Tað besta, Leo veit, er at rulla sær í kavanum,júst sum hundar gera! Og tað besta,hann veit at eta til døgurða,er búff við bønum.Sum hann elskar búff við bønum! Men ikki í dag.Í dag kennist einki,sum tað eigur.Leo er keddur og hevur ein klump í búkinum.Tá ið pápin spyr,hvat bagir,vil Leo einki siga.Men kanska,kanska hevur tað okkurt at gera við,at Leo hevur verið keðiligur við tveir vinir í flokkinum?Og at tað viðhvørt er so ringt at biðja um orsaka?
Loppugras uttan fløgu
Savn við tólv yrkingum. Yrkingar um hundin, sum fór á flog, diddaraka tjaldrið, ein løgnan saks, prutlini hjá postboðum, krabban, sum eftir botni fer og annað mangt. Skemtiligar, sniðfundigar yrkingar, ið hóska væl saman við tekningunum.
Mín jólabók 2025
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.













