Kórsangur. Tekstur Rói Reynagarð Patursson.
Mamma Ronnie fær almannahjálp og er einsamøll við Ronnie og báðum yngru systrum hansara. Tá mamman skal í fongsul í tríggjar mánaðir, letur hon Ronnie hava ábyrgdina av heiminum.
Tá ið russar koma og fría týsku nasiarbeiðsleguna Grafenort, vendir 19 ára gamla Riva sær til vinkonurnar og sigur: Vit eru frælsar! Hon hevur onga hóming av, hvussu long og illgongd leiðin er til tað veruliga frælsi. Riva fer til Lodz í Póllandi, har hon búði, tí hon vónar at finna skyldfólk ella vinir á lívi. Seks ár fyri rímdu elsti beiggin og tvær systrar til Russlands undan nasistunum. Hon finnir ongi skyldfólk, men hon møtir manninum, hon elskar, og fáar vikur seinni gifta tey seg.
Frásøgnin tekur vid umborð á S/S Gimle ávegis til Føroya 15. juni 1919, og hon endar umborð á sama skipi á veg úr Føroyum 5. august 1919.
Savnið er býtt í tveir partar, har tær fimmsøgurnar í fyrra partinum eru heftar at hvørjari aðrari, og tilsamans mynda eina stuttsøgu-cyklus.Søgurnar eru annars sera fjølbroyttar. Tær fevna frá tí skemtiliga, tí satiriska, tí siðsøguliga, tí syrgiliga, tí sálarfrøðiliga og einum hópi av erotiskum søgum,ikki minst í hesum seinasta savninum, sum lýsir tað kensluliga, kærleikslívið, tað ediliga kenslulívið millum kynini upp á gott og ilt.
Savnið er sett saman av endurminningum og hugleiðingum, har Oddvør Johansen við sínum eyðkenda skrivingarlag ger rámandi myndir av lívi og levnað.
Tað er ikki heppið at eita Hugo, tá ið lærarin fer at lesa Klokkaran frá Notre Dame hjá Victor Hugo fyri flokkinum, og endin verður eisini, at Hugo verður eyknevndur Quasimodo eftir klokkaranum. Tá ið Hugo so eisini hittir Esmaraldu, er vónleyst at sleppa undan at verða happaður.
Í trimum drúgvum bindum við eini rúgvu av myndum fortelur Hanus Kamban lívssøguna hjá Janusi Djurhuus, og hansara skaldskapur verður lýstur í ævisøguligum samanhangi.
Ensk mállæra viðger allar grundleggjandi mállærureglur og bendingar og vísir við dømum á munir og líkleikar millum enskt og føroyskt.
Um Bábelstornið hjá Regin í Líð.
Philias Fogg veddar í Reformklubbanum, at tað letur seg gera at ferðast kring jørðina í 80 dagar.
Serprent: Kunngerðablaðið A, hefti 14, 1992 Við høvuðs- og leitiorðum
Fyri ungum og gomlum kvað hann...Og blómunum gav hann mál. Hans Andrias gav teimum ungu lívsins vísdóm ballaðan inn í yndisligar og vakrar søgur og rímur, har træðrir frá ævintýrheiminum rukku inn til mannalívið og royndust sum ruddandu gøtur, ið runnu fram móti reinum og dýrum hugsjónum.