Sum vant er at vera, er eisini henda bók - aftaná stuttan stubba um mátingar og mát-skipa í seks bólkar: Tøli, varma, ljóð, ljós, sigulmagn og ravmagn. Kortini so, at atom, orka og nakað sindur um tilmunarástøðini og skamtaástøðið við teimum avleiðingum, ið av teimum standast, eru handfarin í deildum sær seinast.
Hvat sigur Bíblian t.d. um: at sáa inn í ríki Guds ; lógina at sáa og heysta; tíggjund heilagar offurgávur at geva til missión; var Jesus fátækur ; vænta at taka ímóti.
Hon er pen og væl umtókt. Hann kennir seg sum eitt einki. Hon býr mitt í Stokkhólmi. Hann í einum býarparti uttanfyri Gøteborg. Hon er ofta í býnum saman við vinkonunum. Hann brúkar alla sína frítíð at dansa ballet. Hon er troytt av at fjasast við dreingir. Hann hevur ongantíð verið við gentu. Hon verður kalla teys. Hann verður lagdur undir at verða samkyndur. Hon hatar sítt lív. Hann hatar sítt lív. Hon eitur Ida. Hann eitur Sandor. Tey hittast á netinu
Jane, Derek og Danny búgva í London. 2. veraldarbardagi hevur vart í fýra ár, og tey halda seg hava fingið ferilin av týskum sneytarum.
Sigur frá einum flokki av eingilskum dreingjum, sum er komin til eina óbygda oyggj, eftir at flogfarið, teir vóru við, er fallið. Í heiminum uttan um oynna er kríggj.
Dagbókin hjá tí ungu, jødisku gentuni Anne Frank (1929-45). Um tíðina frá juni 1942 til august 1944, tá hon saman við familju síni og eini aðrari jødiskari familju goymdi seg í Amsterdam fyri týska hervaldinum.
Sjónleikur um lívið á eini sinnissjúkradeild, sum samstundis er ein mynd av lívinum úti í samfelagnum.
Skiparin og vinnulívsmaðurin Eiler Jacobsen sigur frá lívssøgu síni.
Jólaoratorrið byrjar í svenska býnum Sunne, har fólk gera seg til at syngja og spæla hitt fagnaðarríka Jólaoratoriið eftir Bach. Haðani veksur skaldsøgan fram. Hon røkkur um trý ættarlið, byrjar í tríatiárunum og endar í dag.
AUTO - altíð til tænastu er eitt 50 ára minnisrit um bilstøðina Auto og um hýruvognskoyring í Tórshavn og út frá býnum.
Í 2002 vóru 150 ár liðin, síðan fyrsta avísin kom út í Føroyum. Bókin er skrivað á sera skjótt- og lættlisnum máli og gevur eitt greitt og kompakt innlit og yvirlit yvir blaðsøgu Føroya.
Um oyrarmannin Sofus Severin Strømsten, sum í 1947 rýmdi úr Føroyum. Hann kom ongantíð aftur og læt ikki frætta frá sær. 54 ár seinni varð hann funnin í Rio de Janeiro í Brasilia.
Vit liva í eini tíð, har vit nærum hvønn dag uppliva stór tøknilig framstig. Áhugavert er tí at lesa stuttsøgur, har kendir rithøvundar longu tíðliga í 19. øld lýstu verk, ið menniskjan framdi við sínum hugflogi og síni neyvu vitan um náttúrufrøði og tøkni. Ofta má lesarin ásanna, at vísindaskaldskapurin ikki altíð er veruleikafjarur.
Um Jakob Jakobsen, sum skrivaði Sagnir og Ævintýr.
Brotamyndir úr gerandisdegnum tíðliga í 20. øld.