Floymandi nærvera (46)
Konsertin er løtan við opnum sonsum og røttum hýri. Løtan, tá ið tú upplivir samrunan millum tónleik og tekst. Tá ið hon er av, rekur hon í huganum. Og tá ið stundir eru, kann tað henda, at onkur fær hug at rógva aftur á tekstin, aftur á nótarnar. Kanska vilja vit vita eitt sindur meira um tankarnar, sum búgva undir verkinum.
Kanningarbólkurin 2 - Skjaldbøkukanónin (80)
Ella og Felix eru farin í oyðimørkina at kanna, hví tað regnar við skjaldbøkum. Skjótt finna tey út av, at tað eru teir óndu piratfiskasjórænararnir, sum standa fyri álopinum. Fara tey at klára at vinna á piratfiskasjórænaraherovastanum og steðga skjaldbøkuregninum?
Kanningarbólkurin 1 - Skúmfidusmaskinan (80)
Ella og Felix fara avstað við luftskipinum fyri at finna út av, hvat er galið við skúmfidusmaskinuni. Á vegnum møta tey óhugnaligum sjórænarum, løgnum robottum og ótrúligum uppfinningum. Bobbie Peers er ein av best umtóktu rithøvundunum í Noregi. Hendan stuttliga og spennandi røðin er til ungar lesarar. Sandra Steffensen hevur myndprýtt.
Stjørnucrush (35)
Karolina við K er ein púra vanlig genta úr einum púra vanligum staði, sum verður forelskað í einum púra vanligum dreingi, á „tvingsilskampingtúri” við ommuni. Hugsa tær um títt 'crush' brádliga var kendasti persónur í landinum? Tað verður til forelskilsi, fyrsta mussin og nógvar fløkjur. Stjørnucrush er fyrsta bókin í stjørnusjeikatríverkinum: 1. Stjørnucrush 2. Stjørnusjeikur 3. Stjørnugossip
Loyndarmálið hjá varúlvinum (28)
Tað er eldur í skóginum í Eldsala. Alt bendir á, at eldurin er ífestur, at onkur ger tað við vilja. Samstundis hoyrir Herbert óhugnalig ýl í skýmingini, og stór hundalíknandi skepilsi lúra ímillum trøini. Vinirnir Herbert og Sally verða drigin inn í eitt loyndarmál, sum er vandamiklari enn nakar av teimum hevði ímyndað sær. Kunnu tey bjarga Eldsala? Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini Sombifepur.
Eg elski teg, nert og føl (32)
Ein frálík bók til tey smáu børnini, sum vit elska! Kínið teimum bleytu bamsunum og mjúku kaninunum, ímeðan tit klemmast og lesa.
Peppa Pig. Tann móða prinsessan (12)
Les bókina og spæl við figurarnar úr søguni. Tað er songartíð, og Grísapápi fortelur Peppu og George søguna um tað móðu prinsessuna. Inni í eskjuni er kamarið og koyggjusongin hjá Peppu og George. Tá tú vendir figurunum við, verða tey kongalig.
Peppa Pig. Peppa hevur føðingardag (12)
Les bókina og spæl við figurarnar úr søguni um Peppu, sum hevur føðingardag. Inni í eskjuni er køkurin, har Peppa fær sína føðingardagsgávu. Tá tú vendir Grísapápa við, verður hann ein gyklari.
Peppa Pig. Krógva og blunda (12)
Les bókina og spæl við figurarnar úr søguni. Peppa og George spæla krógva og blunda - finnur tú tey? Inni í eskjuni er stovan, har Peppa og George kunnu spæla krógva og blunda. Tá tú vendir figurunum við, halda teir fyri eyguni.
Anna & Angelika – akkordeon & violin, fløga
15 løg
Havið, list (9)
Katalog ið er útgivið í samband við framsýningina Havið á Listasavni Føroya í 2020. Listaframsýningin Havið á Listasavni Føroya er ein fjøltáttað framsýning, sum avmyndar havið á alskyns hátt. Her eru listaverk av mongu sjóvarstrondunum, innsiglingunum, víðopnum havi og fiskiskapi í Føroyum.
Tita Winther (16)
Tita Vinther er eitt sermerkt norðurlendskt listafólk, stak modernað við rótum í føroyskari fólkalist. Hon hevur gjørt royndir við myndevnum, kompositión og tilfari. Útgangsstøðið fyri hennara listaliga arbeiði hevur verið ull, síðan fór hon at brúka rossatagl, menniskjahár, kopartráð, og ferniseraðar syllur og hevur vovið frítthangandi skulpturar og stórfingnar installasjónir við djørvum samansetingum av ymiskum náttúrutilfari.
Elinborg Lutzen Svart-hvítur gandur (18)
Katalog ið er útgivið í samband við framsýningina Svart-hvítur gandur á Listasavni Føroya í 2019. Elinborg Lützen er fyrsti grafikari í Føroyum. Og tann størsti. Elinborg Lützen er fødd í 1919 og hoyrir til tað fyrsta ættarliðið av føroyskum listafólkum.
Arnold Vegghamar (10)
Vegghamar arbeiðir einsamallur sum listamaður. Hann málar heilt í egnari verð uttan at hyggja um seg, til onnur samtíðarlistafólk í Føroyum. Hjá Vegghamar finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslagsmálningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi.















