, , , , , , ,

Heimurin hjá Rosu 1 - Grannalagið

Nógv dýr búgva í grannalagnum. Har eru kettan Rosa, kettlingurin Reyða Rita, fressurin Grái, hundurin Manni, Mia mús og Sørin spurvur. Øll mugu ansa sær, uttan Rosa....

120,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Malla bjargar Amazonas (30)

Malla er sjúk. So sjúk, at hon einki orkar. Kloddi vitjar Mallu hvønn dag, men ein dagin kemur hann ikki. Hvat er hent? Úti í garðinum, uppi í kastanjutrænum hjá Mallu, situr Kloddi við einari aðrari gentu. Og í tíðindunum brennur Amazonregnskógurin . Malla hevur ikki tíð at vera sjúk longur!

162,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Abbi og Eg og Abbi (23)

Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná.

169,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Stima - og knappatroyggja (20)

Stima- og knappatroyggja er ein kærkomin bók, ið leingi hevur verið tørvur á. Bókin hevur uppskriftir til m.a. konufólka- og mannfólkatroyggju, men eisini til t.d. hosur. Bókin er ein vegleiðing til tey, ið binda og virka føroysku klæðini. Harafturat kann bókin nýtast í undirvising. Elinborg hevur í nógv ár undirvíst í Tórshavnar Kvøldskúla, har hon hevur havt frálæru í handarbeiði til føroysk klæðir.

349,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kann eg hyggja í pottin? (24)

Lítla músin er so forvitin. Hon vitjar allar sínar vinir og spyr, um hon kann hyggja í pottin hjá teimum. Og so vilja vinirnir eisini síggja, hvat er pottinum hjá músini. Men músin er ein stór mús nú. Hon brúkar vesikummuna. Lyft klaffar og hygg í pottarnar!

168,00 kr.
Vís meira
, ,

Havnar søga 6 (6)

Sætta bók um Havnar søgu er í høvuðsheitum um tíðarskeiðið frá 1909 og fram til sekstiárini.

300,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Rúm, LP

8 løg

200,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Frá penni Petur Háberg 1 & 2

Bind 1: Hetta ritsavn er ikki ævisøga Petur Hábergs, men í stórum tað, sum Petur hevur talað og skrivað, og sum í mongum førum ongantíð er komið alment á prent, ella sum er torført at fáa hendur á í dag. Kortini finnur tú lívssøgu, siðsøgu og samkomusøgu í savninum, soleiðis sum tað er ritstjórnað. Bind 2: Er annar partur í bókarøðini við undirheitinum „ - umframt heilsanir og eftirmæli frá øðrum“.

200,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Songartíð, nert og føl (32)

Í hesi bókini finnur tú alt frá bleytum bamsum til skínandi stjørnur. Her er nógv forvitnisligt hjá barninum at nerta við og sansa, meðan tit lesa góðanáttsøgu.

95,00 kr.
Vís meira
, ,

Hjúpuljóð (118)

Eitt viðkomandi savn, sum festir í nógvar tankar. Millum annað um lívið, meðan tað hevur sítt trygga stev og samljóð, og tá ið menniskju missa mál og mið. Tá ið tað at eldast ikki verður virðismett, tey gomlu verða óbrúkilig og nyttuleys sum handskin, ið liggur gloymdur “millum nýfallið heystleyv”. Malan nýtir m.a. hjúpuna sum eina mynd av at eldast og kortini vera sterkur og ikki vilja sleppa takinum og enda “á náttbláa ellisheiminum”

148,00 kr.
Legg í kurv