Rýmdur er fimta bók í røðini Kalt blóð. Sigrið er á veg heim. Knappliga koma dreingirnir til sjóndar í myrkrinum. Teir súkkla tigandi í ring um hana. Ringurin minkar og minkar. Sigrið roynir at sleppa fram við teimum. Men til fánýtis.
Tú ert deyður, Teitur er fjórða bókin í røðini Kalt blóð. Hon snýr seg um systkini Sigrið og Teit, ið eru stødd á posthúsinum, tá ið ránsmenn knappliga koma. Tá ið ránsmenninir halda á dyr, hava tey Teit við sær sum gísla, uttan at Sigrið grunar.
Hin stóri dreygurin er triðja bók í røðini Kalt blóð. Eitt stórt, myrkt skepilsi kemur til sjóndar. Tað kemur beint ímóti Teiti. Teir renna saman. Teitur starir upp í andlitið á honum. Tað er bleikt og gulligt ... sum um hann er deyður.
Onnur bók í røðini Kalt blóð. Sigrið fer at vitja Teit á sjúkrahúsinum. Hon fer inn á skeiva stovu. har liggur ein ógvuliga sjúkur drongur. Hon skundar sær út. Men í somu løtu ber hon eyga við ein mann. var tað læknin? Og hvat gjørdi hann?
Teitur gongur heim úr skúla. hann hugsar um tey níggju børnini, sum eru horvin. Eingin veit, hvat er vorðið av teimum. tey eru bara horvin.Teitur heldur hetta vera óhugnaligt.Hann hoyrir ikki bilin, sum koyrir beint aftan fyri hann...
Fløga við m.a. The Fly, The Elephant, God is fucking with our heads og All you dream you get to keep.
Gjøgnumgangandi temaði í fløguni er longsul av ymsum slagið. Longsul eftir kærleikanum, eftir heimlandinum, eftir børnunum og eftir himmalinum.
Bókin er ein bygdarsøga um niðursetubygdina Sandvík og myndar eisini brot úr Føroya søgu. Bókin er bygd upp um smásøgur og bólka í kappitlar, m.a. Arbeiðsfólk, fosturbørn og tilflytarar, Bygdin mennist, Bátarnir & Ull var Føroya gull.
Føroyskur dansur við Danisfelagnum í Havn. Kvæðini eru: Ámunds ríma, Fípan Fagra, Bøhmerlands dronningen, Jómsvíkingar, Skammelen boede i nørre Thy, Kong Hans han sidder på København & Fisken tager sin føde i vand.
Bókin er ætlað tær, sum hevur mist ein kæran. Høvundurin ynskir at koma syrgjandi vini sínum til hjálpar soleiðis at ein kemur út úr sorgini sum vinnari, ikki tann, ið ongantíð rættiliga fótaði sær aftur.
Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing.
Stórt farmaskip fer á land í Íslandi veturin 1868. Umborð er gentan Abba, ið hevur Downs syndrom. Plantufrøðingurin Fríðrikur tekur gentuna til sín, tí honum tykir synd í henni. Høvundurin fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna.
Heiðursritið er ein lýsing av kvinnuni, sum í 1977 var send á fund í Havn av fakfelagnum Fjalbrúðir í Vági. Ingeborg endaði í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag longu á fyrsta aðalfundinum hon var á.
Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.
Triðja bók í røðini um Havnar søgu byrjar við frásøgnum, serligum tilburðum og samtíðarlýsingum av Havnini. Síðan verður grind í Havn viðgjørd. Kongaligi handilin frá 1816 og til fríhandil, har gongdin frá halli til avlops verður lýst.
Bókin er ein lýsing av føroysku flogsøguni til regluligt flogsamband stóð føroyingum í boði í 1963.