Bókin heldur fram, har hin fyrra, Kristni 4, slepti. Bókin til fimta flokk er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina góða og livandi breidd í lærugreinini.
Pettson gamli ilskast um, at Findus vekur hann hvønn morgun klokkan fýra. Findus ger morgunfimleik og hoppar í songini, men Pettson vil sleppa at sova, til hann vaknar. So fær Findus síni egnu lítlu hús, og tað halda báðir vera frálíkt í fyrstuni ..
Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma í kristnikunnleika. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Men gott er, um arbeiðið hjá næmingunum av og á verður eftirmett.
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls.
Við 118 spurningum leggur bókin upp til hugnaligar løtur saman við práti um alt millum himmal og jørð. Blaða upp og spyr! Myndir eru til allar spurningarnar.
Mamma og pápi Torstein skulu hava eitt lítið, ljósareytt pinkubarn.Vánaligasti vinur Torstein, Villi, veit at siga, at tað er tí, at tey ikki halda hann verða so fittan longur.
Sangir um lívsins viðurskifti.
Konceptfløga við samanhangandi søgu, ið fylgir høvuðspersóninum og hansara fylgisveini, músin.
2. fløga í samstarvið millum Tutl og Kvinnu. Føroysk kvinnulig tónaskald. 15 sangir
Nakrir føroyskir sjómenn siga frá persónligum og serstøkum upplivingum á sjónum. Summar av hendingunum eru so persónligar, at hvørki konan, manningin ella reiðaríðið frættu um tær.
Summarið hjá Gudmundi er farið, men enn er hann stúrin. Ikki fyri skúlanum, men fyri Róa í fjórða. ið lokkar Gudmund at seta eld á turra grasið í urtagarðinum hjá. Saman við Frímerkjamanninum verður Gudmundur so líðandi tryggari...
Bókstavaørk - eitt ark til hvønn bókstavin við mynd, ið lýsir galdandi bókstavin. Ætlað til at venja bókstavin og tosa um skrivikós, áðrenn og samstundis sum tey skriva í skrivibókina.
Loggbókin er til næmingar at tekna, skriva ella líma í. Loggbókin verður latin ókeypis saman við næmingabókini, men um skúlar ynskja fleiri eintøk av loggbókini kann hon keypast frá Bókamiðsøluni.
Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.
Bókamerki, við smáu bókstavinum á aðrari síðuni og stóru bókstavinum á hini síðuni.