Rekamaðurin, MP3
Søgan fer fram undir seinna heimsbardaga. Sámal Matthias livir eitt fátæksligt lív og droymir um at finna ein stóran reka, men tá dreymurin gerst veruleiki, verður alt øðrvísi enn væntað.
Gøtuskeggjar, fløga
Greinar um Gøtu, gøtuskeggjar og Trónd í Gøtu. Fleiri av greinunum hava áður staðið í Dimmalætting frá 1998 til 2006
Heimssøga, frá 1700-1900 mp3
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki.
Heimssøga, frá 1700-1900, fløga
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki.
Lúsa ketta!
Kettan Fía ger so illa fortreð, at familja hennara er um at sálast! Men so ein ræðuligan dag vil hon hvørki eta ella drekka, og øll eru frá sær sjálvum. Hvat man baga henni?
Tá ið tú ikki eigur orð
Hóast Kristian livir íi at síggja til normalari familju, hevur hann leingi havt pínu í búkinum, tí pápin noyðir hann at spæla mannafólkaspøl - og hann torir ikki at siga nøkrum frá hesum. Týðandi bók um eitt torført evni: insest og kynsligan ágang.
Teir horvnu víkingarnir
Leitingin eftir einum horvnum víkingaskipi byrjar, tá ið Jónatan Dam av óvart avdúkar, at ein gomul skrøggsøga kann vera sonn. Tað elvir til kapping millum ágrýtnar fornfrøðingar og ein skattaveiðara, ið dámar væl dynamitt.Samstundis mugu “Rakettbrøðurnir” Jónatan og Kristoffur Dam fara við foreldrunum til Føroyar í heystfrítíðini. Teir halda, at teir skulu hugna sær har í eina viku,men gerast nógv klókari, tí áðrenn teir vita av, snýrt alt seg um at finna eitt horvið víkingaskip.
Vitello vil hava ein pápa
Vitello býr í einum raðhúsum bara saman við mammu. Sjálvandi eigur hann ein pápa onkunstaðni, men mamma sigur, at hann er bartrog og vil ikki, at hann kemur á gátt. Men Vitello ger av at billa vinunum inn, at hann eisini hevur ein pápa.
Fyrsta spælibókin nert og føl
Bjartar myndir, sum leggja upp til, at barnið skal nerta við tær og kenna mun á tí, sum er bleytt, hart, ruflut og glatt.
Føroysk Kórbók 3
Í triðju útgávuni av føroyskum kórsangi, Føroysk kórbók 3, eru løg skipað fyri kór frá gomlu fólkavísuni Dronning Dagmar, til nútíðar sangskrivarar sum Martin Joensen, Kim Hansen, Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen.
Loyndarmálið hjá Gudmundi
Bókin er um Gudmund, sum eitt summarið hittir tvíburagentuna Jóhannu. Jóhanna vísir Gudmundi á eitt loyndarmál í skóginum. Tað verður loyniliga staðið hjá teimum báðum í skóginum og saman vitja tey staðið nærum hvønn dag og lata hugin reika.
Leikrit 7, Ófriðarligar tíðir
Sjónleikur í trimum pørtum.
Hotel Føroyar
Bókin um Hotel Føroyar er søgan um eitt hotell og søgan um tað góða lívið. Bókin er ikki skrivað sum eitt minnisrit, men hon fagnar hotellvinnuni, matlistini, undirhaldinum og tí góða lívinum.
Undir suðurstjørnum, MP3
Høvundurin ger eina ferð aftur til londini í Andes í Suðuramerika, og hetta verður samstundis ein ferð aftur í hansara egnu tíð og ta gomlu tíðina hjá upprunafólkinum har.
Torkils døtur - BFL
Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum.Gentur mugu ikki ríða einsamallar,tí ikki allir vallarar hava góðar ætlani.Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju ...Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá Torkili og tekur reyða serkin, ið Katrin var í um morgunin, upp úr pjøkanum,verður Ása ræðslusligin. Torkils døtur er nýskrivað søga, ið byggir á kvæðið Torkils døtur.Evnið í søguni er frá miðøld.
Livar og Sivar í Kanada
Livar og Sivar eru í Kanada. Har býr Eva í einari iglo. Ber tað til?















