Bókaraðið er Nú ert tú mansbarn á foldum, Lýsir nú fyri tær heimurin, Leikur tín er sum hin ljósi dagur, Markleys breiðist nú fyri tær fold, Eitt dýpi av dýrari tíð, Í andgletti, Bláfelli
Bókaraðið er Nú ert tú mansbarn á foldum, Lýsir nú fyri tær heimurin, Leikur tín er sum hin ljósi dagur, Markleys breiðist nú fyri tær fold, Eitt dýpi av dýrari tíð, Í andgletti, Bláfelli
Omma er farin í song, og hon er fúkandi ill við meg, tí tú hevur oyðilagt henni troyggjuna í vaskimaskinuni. So tú vekir hana IKKI, segði abbin, og nú var fremstifingur beint við nevið á Morgunfríða. Hasin hundurin hjá tær er ikki ov klókur. Hann hevur ikki hønuvit og mamma.Er mamma tín eisini tollut? spurdi abbin.Ein rúgva av misskiljingum, ein rúgva av hugflogi og ein sera skemtilig søga!
Hugtakið ferðing er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Ferðing og sambandið við útheimin fylla nógv í flestu kapitlunum í bókini, og gevur tað góðar møguleikar at knýta føroyska søgu upp í norðurlendska og evropiska søgu.Eitt av endamálunum við hesum evninum er, at næmingurin frá byrjan av skilir føroyska søgu sum partur av eini størri heild.Í bókini eru 7 kapitlar, sum byrja við fyrstu tíðini í Føroyum, nakað er um Føroyingasøgu og søgu annars fram til 1600-1700.
Um dagin er Rúni Rúni, men um náttina er Rúni Brúni - superhetjan, sum ikki er bangin fyri nøkrum. Kann Rúni gera við, at Brúni málar súkklurnar hjá dreingjunum? Ein bók um vinalag, dirvi og um at hevna seg.
Her verður kærleikin tikin fyri í mongum brigdum: kærleikin millum makar, millum systkin, millum börn og foreldur og næstingar. Kærleikin til landið og náttúruna. Kærleikin í ymsum mentanum. Í skaldskapi og list. Hetta er ein ferð um kærleikan og kor kærleikans í tíðini,sum er, og í tíðum, sum vóru, úti sum heima. Jarðnáðir er ein bók um kærleikan og kærleikans náðir á jörðini.
Ida og Uni eiga eina kanin, sum eitur Dís. Ein dagin verður Dís vekk.
Alvi og Jákup sparka. So skorar Alvi. Sjálvmál. Hvør hevur vunnið? Alvi ella Jákup?
Alvi og Jákup sparka. So kemur ein hundur. Hann rennur av stað við bóltinum. Hundurin skorar mál. Nógv mál.
Gjøgnum alla mannasøguna hava verið fólk, sum hava leitað sær til tað ókenda. Hesir ævintýrarar eru ofta komnir í ógvusliga mótgongd og ófatiligar vandar, men tey hava sett lív sítt í váða fyr at finna nýggj og fjarløgd støð. Bókin sigur okkum ferðirnar hjá nøkrum av teimum kendastu ævintýrarunum. Vit hoyra um fólk, sum hava víst øgiligt dirvi, miðvísi og áræði. Vit hoyra eisini um støðini, tey hava vitjað og hvørjar avbjóðingar, tey hava havt.
Inni í skóginum er ein gomul smátta. Hon sær næstan út sum eitt spøkilsishús. Men hvør hevur tveitt alt burturkastið har? Tað er eitt mál fyri Katlu og Stinu. Hesaferð fáa teir báðir detektivarnir í 'Tær smáu bláu' hjálp frá einari gamlari konu. Men tað er okkurt løgið við henni. Hvør man hon verða?
Karin erforelskað í Búgva. Hon hevur keypt honum eina gávu. Ein dagin fær hon eitt sms frá Búgva. Hann spyr, um tey skulu ganga saman. Karin verður glað. Men so fær Ria eitt sms við sama spurningi. Tá so Julia eisini fær sama sms, verður alt ein ruðuleiki.
Dávur er heima í vetrarfrítíðini, og hann keðir seg. So kemur ein nýggjur og ókendur málningur hjá Munch undan kavi. Tað vísir seg at vera øgiliga býtt, ja, í veruleikanum lívshættisligt há Dáva at royna at finna út av, hvaðani málningurin er.
Jóhan Hendrik Poulsen (1869-1954) úr Skopun týddi leikin, sum kom út á føroyskum í 1925.Leikurin er í tveimum pørtum. Umframt í Havn hevur hann verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.