Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan

198,00 kr.

Bókin snýr seg bæði um almenn og persónlig viðurskifti. Tá hon kom út, kveikti hon nógv kjak um m.a. leiklutin hjá religión í Føroyum. Ì meira enn tvey áratíggju hevur Sjúrður Skaale verið virkin í samfelagskjakinum.
Ì talum og greinum hevur hann viðgjørt almenn og persónlig viðurskifti; smámál og stórmál. Viðhvørt hevur hann verið skemtiligur, viðhvørt illur. Viðhvørt sakligur, viðhvørt sarkastiskur. Og viðhvørt er hann farin um mark til tað áleypandi og óreina.

Rithøvundur: Sjúrður Skaale

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan

Frágreiðing:

Evni: Greinir

Forlag: Sjúrður Skaale

Útgávuár: 2010

Síður: 253

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 6434