Málningurin av Dorian Gray (18)
348,00 kr.
Rithøvundur: Oscar Wilde
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Málningurin av Dorian Gray
Frágreiðing:
Evni:
Týðari: Agnar Jógvansson
Forlag: SPF. SPROTIN
Útgávuár: 2025
Síður: 336
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Oscar Wilde (1854-1900) var írskur rithøvundur og mest kendur fyri sjónleikir og yrkingar.
Málningurin av Dorian Gray er einasta lidna skaldsøga hansara. Hon varð givin út sum bók í 1891.
Hon snýr seg um ungan mann, sum stendur modell hjá listamálara, gerst hugtikin av sínum egnavakurleika og biður eina inniliga bøn um, at hann altíð skal verða verandi ungur og vakur, ogmálningurin av honum eldast í staðin fyri.
Hann fer síðani undir at liva eitt siðleyst lív, og málningurin verður ljótari fyri hvørja siðleysa hann fremur.
Men vil nakar í royndum vera fangaður í ævigum ungdómi og alt lívið ganga við ”ungdómsins vakragekkaskorti”?
”Andlitsfríður var hann, men tað var bert ein maska, og ungdómur hansara var ein ljót keipumynd. Tí hvat er ungdómur í grundini? Eitt óbúgvið og óstaðið tíðarskeið, ein tíð við skiftandi hýri ogviðbreknum tonkum. Hví hevði hann verið undir tí oki so leingi? At vera ungur hevði týnt hann.”- úr bókini.
”Hann varð meir og meir ásttikin í sínum egna vakurleika, meir og meir drigin at rotinskapinum í síni egnu sál.”- úr bókini.
Henda skaldsøga er framvegis ógviliga viðkomandi.






