Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágunum og Mykinesi 1 & 2

400,00 kr.

Rithøvundur: Kári Thorsteinsson

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágunum og Mykinesi 1 & 2

Frágreiðing:

Evni:

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2024

Síður: 958

Myndir: Ja

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10274

Vørulýsing

Áhugin fyri ættargransking hevur seinnu árini verið vaksandi millum fólk, og fyri fleiri er tað eittsindur trupult at finna tey fólk, sum leitað verður eftir, tí upplýsingarnar liggja í nógvum ymiskumskjølum og ritum.
Týdningarmiklasta keldan at finna sínar røtur, er uttan iva í kirkjubókunum, sum lýsa føðingar, dóp,konfirmatiónir, giftarmál, deyða og jarðarferðir og í ein ávísan mun tilflutt og fráflutt.
Fólkateljingarnar geva eisini gott yvirlit fyri hvørt húski sær. Har kann staðfestast, hvørji húsastsaman júst tað árið. Ofta vóru tey fleiri ættarlið, fyrst og fremst foreldur og børn, men eisininæstringar, tænastufólk o.o.
Tá kirkjugarðsbøkurnar komu í brúk umleið í 1870 unum, fekst eisini eitt gott yvirlit, sum vísir á,hvar deyðu fólkini eru grivin.
Aðrar heimildir eru bygdasøgur, sum lýsa eina bygd, staðarnøvn og fólkið, ið har búði og býr. Tað erein sera týðandi partur av okkara søgu.
Eisini er tað áhugavert at vita, hvørjar deyðsorsakirnar kunnu vera. Kirkjubøkurnar nevna nakrar,men ikki allar. Ríkisarkivið í Keypmannahavn liggur inni við nógvum upplýsingum um føroyskviðurskifti og har ímillum eisini deyðsváttanir, sum Sundhedsstyrelsen hevur skrásett eisini brúktartann mun, sum tær liggja har. Tað kemur meiri enn so fyri, at andsøgn er millum deyðsorsakirnar,sum standa í kirkjubókini og í deyðsváttanini, sum læknin skrivar.
Í hesi útgávuni vísa vit tey fólk, sum hava búleikast í Vágum og Mykinesi við at lýsa nøvn, árstøl hvaðani tey eru komin.
BIND 1.: MIÐVÁGUR, VATNSOYRAR, SANDAVÁGUR OG SLÆTTANES (520 bls.)BIND 2.: SØRVÁGUR, BØUR, GÁSADALUR, VÍKAR OG MYKINES (438 bls.)