Faroese Days (16)
348,00 kr.
Faroese Days is a tribute to the remarkable people who inhabit 18 islands in the middle of the wild Atlantic Ocean. It paints an optimistic and at times idiosyncratic picture of a micro-nation that has embraced remarkable change over a quarter of a
century as it contemplates the prospect of potential full statehood amid an uncertain world.
Rithøvundur: Stan L. Abbott
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Faroese Days (16)
Frágreiðing:
Evni:
Forlag: SPF. SPROTIN
Útgávuár: 2025
Síður: 296
Myndir: Ja
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv í Føroyum og var mangan við at umboða Føroyar í útlondum.
Hesa fjórðingsøldina hevur hann eygleitt neyvt ta menning, ið er farin fram í landinum, og er ovfarin av, hvussu nógv er broytt eitt so stutt skeið, og hvussu sjaldsamar gávur føroyingar hava at svara teimum mongu spurningum, ið hava stungið seg upp á leiðini. Føroyingar eru meistarar at finna fram á serføroyskar loysnir, ræðast ikki tað nýggja og himprast ikki at leggja nyggjar leiðir.
Nú hevur Stan Abbott gjørt ferðina um aftur – hevur tosað við fólk um mál og politikk, tónleik, matmentan, tøknilig frambrot, handilsvinnu, gestavinnu og fiskivinnu. Úrslitið er ein stak forvitnislig bók, sum eyðsýnliga er grundað á dyggan kunnleika um landsins mongu tættir.
Eru útlendingar áhugaðir í øðrum enn vakrari náttúru, er hetta ein stak góð bók at kunna seg um føroysk viðurskifti – um tær veruligu Føroyar, sum arbeiða og virka í hesum vakra umhvørvi, menniskjuni, ið hugsa og virka her í landinum.






