Arnold Vegghamar
200,00 kr.
Rithøvundur: Líggjas í Bø
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Arnold Vegghamar
Frágreiðing: Myndir: Per á Hædd, Carl á Lag, Listasavn Føroya og privat
Evni:
Týðari: Poul F. Guttesen
Forlag: SPF. SPROTIN
Útgávuár: 2025
Síður: 80
Myndir: Ja
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Lívið lagar seg so ymiskt hjá monnum. Hjá summum tykist tað, sum at lívið alt er sum eitt spæl, hjá øðrum er tað munandi torførari.
Janus skald yrkir onkustaðni um tær báðar ymisku lívsleiðirnar:… ein liggur leiðin í neðra, har alt er lagaligt og lætt. Mong fara tann vegin …Og so er tað tann í ervaEin liggur leiðin í erva,illgongt har er,og fátt er til matna.– Ta leið gingu teir, sum søguna skaptu!“
Her ljóðar tað næstan, sum at tú kanst sjálvur gera av, um tað skal verða niðara ella ovara gøtan.Men soleiðis er tað ikki – og soleiðis hevur tað vissuliga ikki verið hjá Arnoldi.
Hugurin til skapandi virksemi hevur altíð ligið í honum. Hann teknaði nógv, tá ið hann gekk í skúla.Og tí helt hann á við. Og hann byrjaði so eisini at mála myndir.






