Marin og hjartavætturin (37)
Marin hevur ein fittan pápa og eina fitta mammu. Men tey arbeiða nógv, hava altíð skund og onga tíð. Marin hevur eisini eina góða vinkonu í barnagarðinum, eina kula daddu við lilla hári, tatovering og nasaringi, og eina langommu á bygd, sum altíð hevur góða tíð. Marin er ein glað og hugagóð genta, men onkuntíð hevði hon viljað, at øll høvdu betur tíð at vera saman. Ein dagin gevur langomman Marini eina løgna dukku, sum sær øgiliga gomul og gronut út.
Barnasangbók Føroya
Barnasangbók Føroya er ætlað børnum 0-7 ár. Hon hevur 114 sangir á ymsum torleikastigum, og sangirnir eru bæði gamlir og nýggir. 11 føroysk myndlistafólk hava myndprýtt bókina, og nótar eru til allar sangirnar.
Klukkusavnarahandbókin (20)
Í bókini eru myndir og tekstur um 50 klukkur, ið fara at hugtaka teg og taka teg á bóli. Her eru blunkandi lyktaberarar, yvirsterkar og skjótar klukkur, sýruskjótarar, klukkur, ið stýra eftir stjørnunum og nógv fleiri. Letur tú bókina upp, hevur tú tikið fyrsta stigið á kanningarferðini.
Søgusavn
Palli hjálpir einum riddara•Søgan um blóðreyða súreplið ABC-bókin•Viktor byggir eina brúgv•Palli í frumskóginum• Abbi er sjórænari•Lummalyktin hjá Palla•Talbókin Halt fast Fabian•Føðingardagsgávan•Ketturnar hjá Matildu•Palli hittir ein tokførara. Ritverkið hjá Jan Lööf er í einum klassa fyri seg. Í meira enn 50 ár hevur eydnast honum at finna fram til tað heilt serliga í myndum og frásøgutóna, sum fangar lesaran.
Miljuløtur (17)
12 ára gamla Milja sigur frá upplivingum, sum hon og vinkonan Jelena hava havt, síðan tær vóru 7 ár. Gerandishendingarnar fáa eina aðra vídd sæddar við eygunum á Milju.
Mín Jólabók 2018 (21)
Mín jólabók 2018 er á tremur við góðum søgum og jólaprýði, sum tit kunnu gera til jóla. Fjúrtan høvdundar og átta myndprýðarar hava gjørt hesa jólabókina til eitt satt upplivilsi.
Lítli Virgar hjálpir einum eina-og-aleina storki
Hvør vil ikki fáa tríggjar lakresspípur? Tað vilja Lítli Virgar, Karl Emil og Oskar so í øllum førum. Tí gera teir av at hjálpa keypmanninum. Storkurin er fluttur inn á takið hjá keypmanninum, og keypmaðurin ræðist fyri, at skorsteinurin fer at detta niður. Men um nú storkurin fekk sær ein maka, so kundi tað jú verið, at tey bæði funnu eitt annað stað at búgva. Tí fara dreingirnir út at leita eftir einum maka til storkin. Alt gongur ikki sum ætlað .
Lítli Virgar og drekin
Lítli Virgar, Oskar og Karl Emil fara at leita eftir einum dreka, sum Oskar sigur seg hava sæð niðri við vatnmylluna. Tað er eitt farligt ódjór við fýra høvdum og sjey beinum, sum bara etur prinsessur og eld . . . Um tað nú er til í veruleikanum.
Frikadellukríggið, Vit í 3.A
Tá ið nýggi drongurin í flokkinum, Wilhelm, skjýtur eina frikadellu, so hon endar í hárinum á Foxy, er ongin ivi: hetta er ein krígsavbjóðing. Foxy, sum fær hjálp frá sínum besta vini Mikkjali, noyðist nú at finna uppá, hvussu hon skal hevna seg fyri at vinna kríggið. Men tá hon fer at njósnast eftir Wilhelmi, gerst hon var við ein stóran loynidóm, sum gevur frikadellukrígnum heilt aðra vend.
Klukkudrongurin (30)
Darkus trýr ikki sínum egnu oyrum, tá ið eitt risastórt skordýr dettur niður úr buksubrókini hjá hansara ræðuliga nýggja granna. Tað er ein stór klukka - og hon tykist at vilja siga honum okkurt. Men hvussu kann ein drongur vera vinur við eina klukku? Og hvat hevur ein klukka at gera við, at pápi hansara er horvin, og at hann í somu løtu verður varur við Lucretiu Cutter og hennara alsk til ótýdligar, skríðandi smúkkur?
Skrímslið í sirkusi
Frank hevur endilig fingið vinir - men teir eru skrímsl, júst sum hann sjálvur. Alt má haldast loyniligt, tí menniskjuni ræðast bara skrímslini meira og meira. Frank hevur endilig fingið vinir - men teir eru skrímsl, júst sum hann sjálvur. Alt má haldast loyniligt, tí menniskjuni ræðast bara skrímslini meira og meira.
Pápi Pál gandar
Pál er glaður. Pápi hansara skal ganda fyri flokkinum. Tað hevur hann ikki roynt fyrr. Men hann hevur vant. So tað kann ikki miseydnast.
Pál fær trampolin
Pápi Pál hoppar høgt upp. Ansa tær nú, pápi, sigur Pál. Tú mást ikki hoppa so høgt. So rakar tú...
Heimsins vandamiklasta harkalið 1
Killer, Skrappi og Kryvjarin, hesi nøvnini eru ræðuliga vandamikil, og tað eru tey sjálvandi, tí hesir dreingirnir eru í Heimsins vandamiklasta harkaliði. Teir halda til í Ræðuborgini í Illaskógi, og ein dagin hoyra teir, at okkurt er komið í felluna uttan fyri Ræðuborgina.Er tað hitt harkaliðið í Illaskógi,Heimsins vánaligasta harkalið,sum loypur á?Nei,tað er ein løgin skapningur–ein genta!Og henda gentan er ikki hvør sum helst,tí hon ætlar sær eisini at vera í Heimsins vandamiklasta harkaliðið.
Tey leita eftir Benny
Foxy og Mikkjal eru bestu vinir,men tá ið Mikkjal fær ein lítlabeiggja,gongur galið.Foxy vil jú hava tað sama sum Mikkjal,men mamma og pápi hennara nokta at akta og geva henni eitt systkin,men Foxy vil ikki gevast at plága,og at enda mugu foreldrini boyggja seg.Men tá ið Foxy tekur Benny við í skúla,gongur galið....














