, , , , , , , , , ,

Pettson fær vitjan á jólum

Pettson gamli og fressurin Findus hava stákast upp undir jól. Nú er bara eftir at fara at fella jólatræið og keypa jólamatin. Men tá verður tað, ið ikki mátti henda. Pettson dettur og meiðir sær fótin, so hann sleppur ikki av fetanum. Hetta høvdu verið eini ræðulig jól, hevði Pettson ikki fingið vitjan, ið hann ikki hevði droymt um.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Pannukøkulagkøkan

Ein sera lívlig og skemtingarsom søga um tá ið Pettson gamli bakaði pannukøkulagkøku til Findus, fressin, ið fyllir tríggjar ferðir um árið. Pettson er óvanliga umhugsin og góður av sær. Tað veit Findus, men grannarnir halda ikki so... Hetta er fyrsta bókin um Findus og Pettson. Ein stuttlig og lívsjáttandi bók við heilskapaum persónum, lýstir við kærleika.

128,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Neyðars Pettson

Pettson er í ringum lag og vil hava frið í hesari bókini um Pettson gamla og fressin Findus. Findus hevur ongantíð sæð Pettson so illan fyrr. - Eg má gera okkurt fyri at fáa hann glaðan aftur, hugsar Findus. Pettson vil ikki koma við at fiska, men Findus veit, hvussu hann skal fáa gamla væl hýrdan aftur.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Marianna hugsar um ommu sína

Eg havi skrivað hesa bók, tí eg sjálv kendi meg ráðaleysa og hjálparleysa, tá ið eg misti ommu. Ætlanin er, at bókin skal hjálpa foreldrum og børnum at tosa saman um deyðan. Tað er so týdningarmikið: sorg, ótti, óvissa, ja og eisini illsinni, og at tey verða tikin í álvara. Tí soleiðis kunnu vit stuðla og troysta hvønn annan og á henda hátt fáa lætta.

38,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Lív og dýrini

Fýra søgur um lítlu Lív og øll dýrini, henni dámar. Lív og dýrini er barnabók í fýra samanhangandi pørtum. Bókin kann sigast fyri 3 ára gomlum børnum og eldri.

10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Karius og Baktus

Um teir báðar dólgarnar, sum búgva í tonnunum hjá Janusi, og um hvussu Janus sleppur av við teir.

88,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Jóansøkunátt

Hvørja jóansøkunátt er rugakurin hjá bóndanum niðurlegsaður, og ongin grunar, hvør tann seki man vera. Men so eydnast tað yngsta soninum at loysa gátuna, og hann noyðist eina langa og tunga ferð, áðrenn hann fær kongsdóttrina.

38,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Í skýmingini

Hetta er savn við skjaldrum, ævintýrum og søgn, sum Sofía hevur hoyrt ommu sína siga frá. Útgávan kom á fyrsta sinni út í 1948, men er nú økt við skjaldum, søgum og myndum.

148,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Gleðilig jól

Tað var 25. desember 1818, at sangurin varð sungin á fyrsta sinni í Oberdorf. Joseph Mohr prestur (1792-1848) skrivaði hann helst við einum latínskum teksti (Alma nox, tacita nox!) sum støði. Mohr dugdi væl at spæla uppá gittar og syngja, og hann var sjálvur við, tá ið sangurin fyrstu ferð varð sungin saman við orgulspælaranum og einum parti av børnunum í bygdini.

20,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , , , ,

Jólakalendari við smáum bókum, bláur

Aftan fyri hvørja lúku er ein klassisk søga, sum tú kanst lesa samna við øðrum, meðan spenningurin til jólini hækkar. Tá tann stóri dagurin kemur, hevur tú eitt lítið bókasavn, sum tú altíð kanst gleðast um.

248,00 kr.
Legg í kurv