Í morgin fari eg aftur at spæla við babba
Hvønn dag fái eg muss, tá ið eg fari út. Hvønn dag sleppi eg at ringja til mammu og babba. Hvønn dag sakni eg tey. Pápi Ára er sjúkur og má fara á sjúkrahúsið í Danmark, og mamman fer við honum. Ímeðan kemur omman at vera hjá Ára og lítlusystrini. Tað er leingi at bíða, og omman er fitt, men hon er ikki mamma og babba. Nær koma tey heim aftur? Ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk.
Eitt hav av kærleika
Pingvinin er á veg at vitja vinin, Bjørnina. Við sær hevur hon eitt kuffert, eina lanternu og eitt stórt loyndarmál. So stórt, at hon helst hevði viljað vent heim aftur beinaveg. Fylg tínum hjarta og tínum dreymum. Gev øllum, sum tú ert góð/góður við, bókina.
Um lítlu moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær
Tá ið lítla moldvørpan ein dagin stakk høvdið upp úr moldini, datt okkurt beint í høvdið á henni... Nú kanst tú lesa um royndina hjá lítlu moldvørpuni at finna tann seka í hesi stuttligu útgávuni av klassisku myndabókini. Flyt myndina og síggj kukkarnar hjá teimum mistonktu djórunum koma bóltandi, ein fyri og annan eftir
Litbók - Sólja og Súla á sólferð
Lítla litbókin er til tín at skapa og prýða tína egnu søgu. Góða sólferð saman við Sólju og súlu kring heimin.
Sólja og Súla á sólferð
Sólja tímir ikki, at tað er myrkt. Hon vil, at tað altíð er dagur. Eitt kvøldið kemur ein súla til Sólju. Saman fara tær ein a sólferð.




