Eg elski teg longu í morgin (21)
Einki er sum fyrr, tá lítlibeiggi kemur. Mamma fær ikki sitið undir Magnusi longur. Og lítlibeiggi dugir so illa at spæla. Magnus leingist til Fyrr. Tað vísir seg, at tað eru tað fleiri, sum gera. Ein omma til dømis. Saman fara tey á ævintýrferð. Eg elski teg longu í morgin eftir Moni Nilsson og Katarina Strömgård er ein søga um systkinakærleika, sum sleppur at vaksa í síni egnu ferð.
Fyrstu hundrað orðini (20)
Í bókini eru nógv væl kend fyribrigdi úr gerandisdegnum hjá barninum og nógvir lutir at tosa um. Til ber eisini at telja djór og seta saman djór og lutir. Og so kanst tú eisini leita eftir einari gulari dunnu á hvørjari mynd.
Reiggjan (23)
Tvíburarnir ynskja sær reiggju, men mamman og pápin siga kortanei. Ein dagin gera tey sær kortini eina reiggju og hava ein fantastiskan dag. Men hví sleppa tey ikki at fáa reiggju?
Langa Lina langomma (32)
Langomma hevur ikki altíð verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og eitt barn - líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum.
Gita, hvussu góður eg eri við teg (40)
Hetta er ein bók, sum bæði foreldrum og børnum dámar so sera væl ... Øll vaksin vilja fegin lesa hana umaftur og umaftur, tá ið tað er songartíð!
Skapa tær saman við tapirinum!
Tað er lætt at broyta sítt vakra skap, tá ið tú ert í føðingardegi. Men at fáa rætta skapið aftur er ikki bara sum at siga tað - serliga um tú ert ein lítil tapirur, fullur í kaku. Les um, tá ið Mimbo Jimbo, Gepardurin, Krokodillan, Mumbo Jumbo, Austin og Minna og øll hini stríðast við at fáa Tapirin aftur í sítt fulkomna TAPIR-SKAP!
Skrímslaleikur (36)
Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl putlast við okkurt í loyndum. Tá Loðskrímslið er boðið til sjónleik, finnur tað ikki vinir sínar! Hvørji skrímsl munnu vera farin á pall? Skrímslaleikur er tíggjunda bókin um skrímslini.
Hvussu krógvi eg eina leyvu (30)
Hvar kann ein øgiliga lítil genta krógva eina øgiliga stóra leyvu? Ikki er tað lætt, men Iris má royna so frægt, hon kann. Tí mammur og pápar kunnu gerast ógviliga løgin av at hava eina leyvu í húsinum. Men hvussu leingi kann Iris krógva leyvuna?
Stóra bókin um Mammu Mu og Krákus (12)
Vælkomin inn í heimin hjá Mammu Mu og Krákus! Mamma Mu varð til í einum sangi. Ein løgin kúgv, sum tosaði í telefon og sum veittraði við hornunum. Krákus varð til í einu rørslusangi, hann sum klappar taktina við veingjunum, púra rætt og passaliga leingi, meðan elgar og mýggjabitar klappa heilt øðrvísi. Í veruleikanum komu allar søgurnar um Mammu Mu og Krákus úr einum leiki, sum varð til ein sang ella eina yrking.
Stuttleika tær saman við Álvi Ákasyni (17)
Kom við heim til Álv og pápa hansara, so fert tú at uppliva, hvussu stuttligt og gandakent tað kann vera at spæla! Tríggir nógv umhildnir barnabókaklassikarar, her í einari bók at lesa umaftur og umaftur.
Hilda og Monsi (20)
HIlda og Monsi eru vinir. Men ein dagin hvørvur Monsi inn í Álvaheyggj....
Abbi og eg og abbi
Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba?
Jóna fer í býin (40)
Jóna og mamman skulu í býin at keypa skógvar. Hey bussur! sigur Jóna. Nógv fólk eru í býnum. Hey, hey, sigur Jóna. Í handlinum finnur Jóna nógvar vakrar skógvar. Men hvar er mamman farin? Har fer hon. Uttan Jónu!
Pettson og Findus á ævintýraferð (6)
Í hesari savnsútgávuni eru fimm væl umtóktar søgur. Harafturat fert tú at læra meira um, hvørjir Pettson og Findus í veruleikanum eru, og so eru stuttlig ítriv. Eisini eru skitsur av tekningunum í bókini, so tú sært, hvussu myndirnar taka skap. Akkurát tað rætta til tey, ið eru forvitin at vita meira um heimin hjá Pettsoni og Findusi – og framúr gáva til allar Pettsonfjepparar, ið aldrin fáa nóg mikið av sniflum og Findusi og øðrum stuttligum verum.
Bukkarnir Brúsi fara at ferðast (21)
Einaferð vóru tað tríggir geitarbukkar, sum allir itu Brúsi. Teir skuldu suðureftir at ferðast. – Eru trøll í heitu londunum? spurdi Lítlibrúsi. – Nei, segði Miðlingabrúsi. – Bara í Føroyum og kanska í Noregi. – PASSAR tað? spurdi Lítlibrúsi. – Ja, segði Miðlingabrúsi. Men Lítlibrúsi tók vatnpistólina við sær, bara fyri at kenna seg tryggan. Tú kanst aldrin vita …
Ein beiggi ov nógv (20)
Sára orkar ikki at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi og forkelaður. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Sára orkar hetta ikki. Familjan kann ikki hava tað soleiðis. Tað er tá, at hon fær eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt.















