Lokki litaval
Yrkingasavn fyri børn og barnsligar sálir. 35 stuttligar yrkingar og vakrar myndprýðingar.
Úlvanátt í Berardenga
Bókin er onnur í røðini um Juliu og Jónas, sum eru tólv ára gomul. Mamma Juliu er fotografur, og pápi Jónas er blaðmaður, og tey arbeiða á dagblaðnum FFF. Hesa ferð skulu foreldrini arbeiða saman og skriva um norsk ríkmannabørn á einum víngarði í Toscana í Italia. Julia og Jónas eru við teimum og sleppa við í ein føðingardag í loyndarfulla Caiano-húsinum, har ymiskt løgið fer fram.
Nei! segði lítla skrímsl (36)
Onkur bankar uppá! Tað er Stóra Skrímsl. Hann vil altíð ráða, maksar á mínar myndir og nápar pengar. Fer hesin dagur at verða sum allir hinir - ella fer lítla skrímsl at tora at siga honum ímóti?
Um træskoytur og føðingardagsgávuna sum hvarv
Kavi er, og Guðrun og Anna Sofía fáa træskoytur frá snikkaranum, men hægsta ynskið er at fáa ein sparkara. Anna Sofía hevur skjótt føðingardag, og genturnar eru ógvuliga spentar at vita, um hon fær ynskið uppfylt. Morgunin, hon fyllir, eru øll tíðliga á fótum og fara við pápanum út í hjallin, har hann hevur fjalt gávuna. Men tað verður eitt ræðuligt vónbrot, tí føðingardagsgávan er horvin.
Revaveiðan
Pettson gamli, fressurin hjá honum, Findus, og nakrar hønur búgva í einum lítlum bóndagarði. Ein dagin fáa tey vitjan av grannanum, Gustavsson, sum ætlar sær at fara á revaveiðu. Hvat Pettson og Findus halda um hesa ætlanina, og hvat teir finna upp á fyri at bjarga bæði honum og revi, kanst tú lesa um í hesi stuttligu bókini.
Loppugras, yrkingar
Savn við tólv yrkingum. Heimligar, skemtiligar og samstundis sniðfundigar yrkingar, ið hóska væl saman við tekningunum. Við bókini fylgir fløga við løgum til átta yrkingar.
Anngannguujuk
Anngannguujuk varð rændur úr heimi sínum, men pápin og andamanarin funnu hann aftur inni í landinum hjá teimum stóru dorsetfólkunum. Teir flýddu og komu heim aftur við dreinginum í øllum góðum.
Um svidnu Pussifelluna og øvut
Søgan er um smágentuna Guðrun, sum er forvitin og droymandi. Á veg heim gjøgnum gøturnar í Havn, fara Oscar og Guðrun inn í Reyðukiosk at keypa tað longsta bommið, sum er at fáa. Meðan Oscar prátar við eina konu, stendur knappliga ein lítil maður frammanfyri Guðruni. Maðurin er púra øvutur. Við honum fer Guðrun í øvutu verð.
Eg havi fingið lýs!
Ein stuttlig og kunnandi bók um at basa einum óynsktum gesti. Henda fitta bókin lýsir skriðandi gestin á ein stuttligan hátt, og hon kunnar eisini um viðgerð móti óynskta gestinum.
Borgin handan havið
Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?
Varðbjørn
Tað er tíðliga um morgunin. Leikabúðin er ikki opin. Allar bjarnirnar liggja í fasta svøvni ... næstan allar, tí ein svevur ikki. Hvat bagir lítlu bjørnini? Hon situr á varðhaldi og bara starir og svarar ikki, tá ið vaskibjørnin, hvítabjørnin og hunangsbjørnin royna at hjálpa henni. Men so kemur Sussibjørnin...
Hvar er Bus-Álvur
Nú er Álvur vorðin stórur og skal fara í skúla í morgin. Men hví er hann so tigandi og fáligur og als ikki so glaður, sum hann er vanur?
Mammur okkara
Jákup hyggur at mammuni, sum gongur við stórum búki, og undrast á, um aðrar mammur eru sum mamman. Saman við bókini fylgir eitt klistriark við øllum børnunum. So er bara at finna rætta barnið og klistra tað á rættan búk.
Lív heldur á
Pápi Páll fer burtur í haga og kemur aftur við eini ær, ið hann leggur við ketlin at fáa hita. Páll fær hana ikki úr huganum og fer at hyggja til ærina um morgunin, og tá sær hann eitt pinkalítið lamb standa á gólvinum.
Meistarin og teir fýra skrivararnir
Hvør er Jesus? Hvør er boðskapurin hansara? At fáa hesar spurningar svaraðar, mást tú fáa greiði á, hvat teir fýra evangelistarnir í Nýggja Testamenti siga, og av og á sammeta teir. Tað er júst tað, sum rómverski drongurin, Titus, fær høvi at gera. Fyrst hittir hann Markus í Róm og fær sum uppgávu at flyta eitt bræv frá honum til Matteus í Jerúsalem.














