Greinasavnið hevur brot úr rúgvuni, sum Elin Súsanna hevur skrivað. Bókin er skipað eftir evnunum heilsa, rúsdrekkamentan, vælferð, kyn og ymiskt. Yvirlit yvir bøkur, greinir o.a., sum Elin Súsanna hevur latið úr hondum, er at finna aftast í bókini.
Gullgentan er tað fimta søgusavnið, sum Hanus Kamban letur úr hondum, og umboðar eina avgjørda snaring í hansara søgukynstri.
“Úr flogfarinum er býurin einans stjørnugrús, ið hýsir svøvnleysum mannasamfelag. Kanska ein stuttan ófriðarligan blund, síðan er býurin aftur á fótum. Reglubundnar rørslur – aftur og aftur – sjálvvirkandi ljóð og undirstreymar av hugmyndum og kenslum gjøgnum fólkahavið.
Eitt úrval av teimum søgum, ið komu inn til stuttsøgukappingina fyri føroyskar kvinnur, ið Kvinnutíðindi lýstu eftir.
Í sambandi við at CJJ fylti 50 ár varð hetta serprentið givið út. Ritið avdúkar skaldsins innastu kenslur fyri heimastýri og øðrum hálvhjartaðum loysnum.
Veitsla hjá Nornafaðir er nýggju perlur eftir skaldið søgufróða ið skrivaði Salku Valku, Íslandsklokkuna, Garpatátt, Undir egið borð og aðrar ógloymandi skaldsøgur. Veitsla hjá Nornafaðir er list, ið tekur um hjartað, stimbrar hugan og stuttleikar.
Her er dámligt í Føroyum um Krossmessutíð. Yrkingar, tættir, greinir, týðingar, ummæli o.a.
Elli og deyðin eru frammarlaga, og tittulsøgan er um eina pleygudeild, har bíðað verður eftir deyðanum, og har tú heldur ikki sleppur at gera annað enn nettupp tað.